Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Klæmint Weihe 70 ár, 25 oktober 2020

Innanlands, Lesarabrøv | 25/10-2020 09:30

Ein sonn fragd, mangan, at sita undir, táið - Klæmint Weihe, Elias Davidsen, verkfrøðingur, úr Nesvík, og Hanus Joensen, bóndi á Heygnum, úr Hvalvík, fakfelagsformaður, bygdarráðsformaður og telvari - tingaðust um dagsins mál hjá SEV.

Allir væl fyri og vitandi, sum - um talan var um álvarsmál, ið tað mangan var - ongantíð sleptu høvuðs-kordelinum í málinum, hóast samrøðan í heilum varð kryddað við skemtiligum viðmerkingum og floygdum hugskotum. Teimum trimum so líkt.

Lias (1949-1996), sum kønur tekniskur ráðgevi, Hanus (1917-1999), umboðsráðsformaður el- og orkufelagsins í mong ár, og Klæmint, stjóri og dagligur leiðari hjá SEV.

Avantgardan
Teir báðir fyrstu stjórarnir hjá SEV vóru framúr og kendu seg neyvt knýttar at starvi sínum – nátt sum dag. Hetta við kjølfesti í hendinga handverki og fakligari vitan. Fyrstur, Hjalgrim Winther, ættaður úr Klaksvík, smiður, maskinmeistari, sigldi úti og síðani el-verkfrøðingur frá Polyteknisk Læreanstalt, sum tað tá æt.

Sum Hjalgrim eldist, og heilsan var farin at bila, hevði onkur líkasum fyrireika leiðaraskifti; men tá reistist “Hin Gamli” aftur á føtur og við greiðari tilráðing til SEV-stýrið: “Sum best egnaður avloysari fyri meg hjá SEV er: Klæmint Weihe!” Og so varð - og tað var gott!

Hesa myndina av Hanusi Joensen, Klæminti Weihe og Arnstein Niclasen tók ein blaðmaður á aðalfundi hjá SEV í 1985

SEV
Við fráferð Klæmints tann 1. oktober 2007 takkar táverandi stýrið honum fyri trúgva tænastu við hesum orðum: "Klæmint Weihe hevur lagt nógva arbeiðsorku í SEV, og tað er eingin loyna, at hann í 1982 tók við leiðsluni í eini fyritøku, sum var illa fyri búskaparliga. Harumframt gekst illa at nøkta vaksandi el-tørvin, og el-netið var niðurslitið. Í dag letur hann eitt búskaparliga sterkt felag frá sær, sum reint tøkniliga eisini er ført fyri at taka við teimum nógvu avbjóðingunum, sum liggja fyri framman".

Torføra sigursgongd kommunala el- og orkufelagsins hevur mangan verið stríggin - og tó fyrimyndarlig. Teim djørvu kommunalu undangongumonnum og leiðsluni fyri at takka. So umgirt, sum SEV var - og er - av fótonglum frá “betrivitandi”, krakelskum landspolitikarum og alskyns “serfrøðingum”, sum støðugt gera sær dælt við gruggutum knarri um manglandi “solidaridet” og “gjøgnumskygni”. So harmiligt.

Felagið hevur tó enn hórað undan sum eitt heilt og serstakt, tekniskt framtak á sjálvbjargnisleið landsins, sum eftir fáum árum fekk skæra ljósið at glampa í hvørjari vrá og við eins kilowatt-prísi fyri alt landið.

Heim og skúli
Gott fingu tey í beinini, børnini hjá Karolinu og Peturi Weihe, SEV-maður um ein háls, í Sørvági: Pál, serlækni og granskari, giftur við Sáru Inger Isaksen úr Klaksvík, Klæmint og Martha, korrepondentur, gift við Magna Dalsgaard, arkitekti.

Tey vuksu upp niðan Húsadal, spældu á Marbakkanum og fiskaðu úti á Bakka og komu “válandi heim eftir Niðara vegi...” við Tindhólmi í fjarleikans blátámi ella alføgrum kvøldarroða.

Barnaskúlin í Sørvági var fyrr merktur av handføstum disciplini - soleiðsni, tú skilur, upp á gamla máta við kontantari avrokning (!). Og nógvar skemtisøgurnar eru til í hesum sambandi. Og man ikki “onkursvegna afturvirkandi” hetta hava frøtt tað gamla, totala samríkis-hjartað Lærarans (DD’s), at tveir av hansara gævu gavstrikkum - brøðurnir báðir: Pál og Klæmint - blivu “i tidens fylde” tignarliga slignir til riddara “af Hendes Majestæt, Dronning Margrethe den Anden”?

Klæmint tók realprógv á Giljanesi, lærdi hjá Marstein í Havn, síðani el-verkføðingur frá Københavns Teknikum í 1976, í starvi niðri hjá Data-Sabb og Chr. F. Rovsing, og settur í starv hjá SEV tann 1. januar 1980. Eitt starv - ið hann røkti fyrimyndarliga í sløk 28 ár - harav yvir 25 ár sum stjóri - í truplastu tíð felagsins.

Familjan
Sagt verður at: 1000 MANS skulu til fyri at mynda eina góða batalión; men at tað skal bara EINA KVINNA til at skapa eitt gott heim! Hana fann hann í Havn og giftist við í 1970, Ketty, elstu dóttir Jóhannes Dam úr Havn og Áslu Djurhuus, ættað av Nesi í Vági. Tey bygdu sær heim á trøðni oman Marknagilsvegin við útsýni yvir alla høvuðsstaðin.

Ketty og Klæmint eiga tvey børn: Karin, smyrjibreyðsdama, ið er gift niðri, og Heðin, rakstrarleiðari hjá Auto Service, og barnabørnini eru 5 í tali.

Lias Davidsen á ungum árum. Hann fór tíverri alt ov ungur í 1996

Lívsroyndir
Lívið sum leiðari kann vera baldrut. Men einki er so lágt, vesalt og feigt at møta í lívinum, sum táið ein, sum takk fyri gott verk, verður stungin niður aftanífrá av sínum feløgum. Og ein “sjønnan” dag lá ein borin brævbjálvi á kjallaragólvinum við hús hjá Klæminti við eini uppsøgn sum stjóri hjá SEV. Sum vitiliga neit fast.

Men tá kendi ryggásin kring landið í interkommunala felagnum øll árini– umboðsráðið – tíbetur sína ábyrgd. Á eykaaðalfundi varð alt stýrið skift út - og Klæmint aftur settur í starvið!

Men nakað eftir hetta, segði Klæmint sjálvur upp, helst tí at “neistin” var fánaður - haldi eg - hetta av áðurnevnda “steini í skónum”.

Hann tók tá við stjórastarvi í bilafyritøkuni, Maskinverkstaðnum á Hjalla, og tey seinastu 12 árini hevur Klæmint verið lærari í el-orkufrøði á Tekniska skúla/Glasir í Havn.

Sum leiðari
Hoyrdi ein av Sundsverkinum siga: Um eitt korter ella 20 minuttir eftir okkurt streymslit var hent - á degi sum nátt - hoyrdu vit gresjið frá bremsandi bili í túninum og út loypur ein maður, sum við eyðkendum vágamáli sigur: “Hvat í HIMLANS navn er nú áfatt?”.

Hesin er kendur, og sum eitt arbeiðsgrev við, og dugir so sera væl við fólki við sínum ofta smá-purrandi viðmerkingum. Og hann var ofta óvart at hitta hjáverandi á ymsu orkustøðum felagsins kring landið - og tá tíðum spyrjandi við eini betri loysn fyri eyga: “Ja, hví er hetta soleiðsni - ella gjørt á handan hátt?”.

Nú eru flestu el-veitingar lagdar undir heilt og onnur komin í mans stað; men ongantíð gevst Klæmint við at rósa teimum so framúr djørvu monnum felagsins, sum í streymsliti fyrr herjaðu á fjøllini í øllum veðri fyri at umvæla niðurdotnar háspenningslinjur ella berja niður hóttandi klaka av linjum á illum ættum.

Klæmint er ikki hvør sum helst. Hann hevur eitt makaleyst orkuavlop og treysti, so tað kemur ikki óvart á ein, at mong boð hava verið eftir honum: Limur í El-nevndini, formaður í Fjarhitafelagnum og Føroya Lendis- og lýsingarskipanskipan (seinni FDS p/f), nevndarformaður í Føroya banka, á Smyril Line og í Vága- og Norðuroyartunlinum, nevndarlimur í Stórutjørn, Vinafelagið Føroyar-Ísrael, Hinum Føroyska Bíbliugrunninum og Kristnastovunevndini eins og í Evangelisku Røddini (EVR) í mong ár - og í øðrum uppdrøgum við.

Loksins
Havi ikki møtt einum so væl útbornum álitismanni - í odd og egg - sum Klæminti Weihe, hvørs “ja” er eitt ja, og hvørs “nei” er eitt nei, og hetta uttan at hevja røddina. So er sagt, sum er.

Fari tí við hesum fáu orðum at ynskja tær Klæminti til lukku við 70 ára hvarvinum - og ynskja tær og tínum alt gott í komandi tíð - við miklum takksemi fyri vinalag og satt samstarv - í ár so mong.

Arnstein Niclasen


Lagt út:
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi