Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Forsetin handaði 55.000 kr. til lesi- og skriviveik

Innanlands, Tíðindaskriv | 27/10-2020 14:00
Anne-Karin Kjeld, forkvinna í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, tekur ímóti teimum 55.000 krónunum frá forsetanum í Lions Club í Føroyum, Mortan Poulsen

Lions Club í Føroyum hevur handað Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik ágóðan av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti síðsta kappingarár, sum er 55.000 krónur
– Vit eru ótrúliga fegin um tann stuðul, Lions Club hevur valt at givið okkum, og okkara ætlan er, at pengarnir, so teir kunnu hjálpa lesi- og skriviveikum at finna rætta telduútbúnaðin, tá ið tey við telduni sum hjálpitól skulu fáa tekst lisnan fyri sær ella skrivaðan fyri seg.

Tað sigur Anne-Karin Kjeld, forkvinna í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, sum á Lions-fundi nú um dagarnar tók ímóti teimum 55.000 krónunum, stórsteypadystirnir í hondbólti og fótbólti kastaðu av sær. Hetta vóru pengarnir fyri stórsteypadystirnar undan síðsta kappingarári, ið høvi nú var at handað felagnum.

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik hevur næsta ár 20 ár á baki, og tað varð sett á stovn av foreldrum, einamest mammum, sum áttu børn, ið høvdu trupulleikar við at lesa og skriva. Tá ið felagið varð sett á stovn, høvdu hesi foreldrini í longri tíð, hvør í sínum lagi, roynt at hjálpt børnum sínum, men takkað veri politiskari vælvild frá ymsum síðum, eru munandi batar hendir.

Skúlin røkkur ikki
– Úrslitið er, at felagið í dag hevur eitt slag av einum skúla, har vit eftir besta førimuni fáa hjálpt teimum, ið eru lesi- og skriviveik. Í løtuni hava vit 17 lønt starvsfólk og næstan 60 næmingar, umframt at tað allarmesta av okkara virksemi er sjálvboðið arbeiði, sigur Anne-Karin Kjeld, ið harmast um, at vanliga skúlaskipanin ikki megnar at loysa trupulleikarnar, lesi- og skriviveik hava at dragast við.
– Ikki tí, vit hava í Føroyum nógvar fantastiskar lærarar og góðar umstøður, men sjálvt skúlaverkið megnar ikki uppgávuna. Føroyski skúlin er fyri alla ta miðalgóðu breiddina av skúlanæmingum, men tá ið tað kemur til teir bestu næmingarnar og teir, ið eru ringast fyri, er ringt hjá teimum at fáa hjálp. Tí er tað, at vit sum felag royna at røkka, har skúlin tíverri hevur ilt við at røkkur í dag.

Tey, ið leita sær hjálp hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, eru ikki bara børn í skúlaaldri, men fólk úr øllum samfelagsløgum – skiparar, lærarar, sjúkrasystrar, elektrikarar og mong onnur – eru fevnd av skipanini, felagið hevur bygt upp í skjótt 20 ár.
– Okkara “næmingar” fevna eisini víða í aldri, tí tann yngsti er níggju ára gamal og tann elsti táttar í tey trýss. So vit fevna víða í okkara roynd at geva øllum sama møguleika at mennast og standa seg í dagsins samfelag, sigur forkvinnan í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik, Anne-Karin Kjeld.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi