Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing

Skálvíkingurin, Sigurd F. Christiansen vart ph.d. á Arhus Universiteti

Vísind | 28/10-2020 11:30

Samanumtikið metti metingarnevndin ritgerðina vera á høgum vísindaligum stigi og fevna breitt. Eisini mettu tey, at verjan við framløgu og kjaki við Sigurd F. Christiansen gekk sera væl. Tað var tí ein samd metingarnevnd, sum mælti til, at Sigurd F. Christiansen fekk ph.d.-heitið.

Fríggjadagin 23. oktober vardi Sigurd F. Christiansen ph.d.-ritgerð sína um sjósirm. Ritgerðin kallast: "Sea Spray Aerosols: Formation and Cloud Forming Potential".

Sjósirm tekur seg upp, tá aldur bróta og luft verður blandað í sjógvin. Her skapast luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitlar við salti og øðrum evnum út í lofthavið. Granskingarúrslitini økja fatanina av, hvussu sjósirm tekur seg upp, og hvørji útlitini eru fyri at skýgerð, til dømis hvussu sjósirm kann virka sum spíri fyri gerð av skýggjum. Úrslitini økja okkara fatan av veðurlagnum.

Verjan var partvís á netinum og partvís á Aarhus Universiteti. Sigurd Christiansen legði fyrst fram um sína gransking og úrslit. Síðani fekk hann spurningar og viðmerkingar frá metingarnevndini.

Fyrri opponeturin legði út við at rósa Sigurdi fyri sera góða mál hansara og umfatandi granskingina, 6 vísindaligar greinar, sum er væl meira enn vanligt. Opponenturin ætlaði sær at brúka hesa ritgerðina sum eitt sera gott fyridømi fyri aðrar ph.d.-studentar. 

Samanumtikið metti metingarnevndin ritgerðina vera á høgum vísindaligum stigi og fevna breitt. Eisini mettu tey, at verjan við framløgu og kjaki við Sigurd F. Christiansen gekk sera væl. Tað var tí ein samd metingarnevnd, sum mælti til, at Sigurd F. Christiansen fekk ph.d.-heitið.

Sigurd Christiansen hevur verið innskrivaður á Kemisk Institut, Faculty of Natural Sciences, Aarhus Universitet.

Merete Bilde, professari á Kemisk Institut, Aarhus Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Gordon McFiggans, professari á Centre for Atmospheric Sciences, School of Earth and Environmental Sciences, University of Manchester

Heike Wex, Seniorgranskari, Experimental aerosol and cloud microphysics, Institute for Tropospheric Research, Leipzig, Tyskland

Steen Uttrup Pedersen, lektari, Kemisk Institut, Aarhus Universitet, Danmark, formaður

Úrtak

Samspæl millum luftbitlar (aerosolir) og skýggj er størsta óvissa í núverandi og komandi veðurlagsforsøgnum. Av hesi orsøk er tað týdningarmikið at fáa eina gjøllari fatan av grundleggjandi tilgongdunum. Tað er viðurkent, at sjósirm er millum størstu natúrligu keldurnar av luftbitlanøgdini í atmosferuni. Hóast teirra stóra týdning fyri veðurlagið manglar ein grundleggjandi fatan av, hvussu sjósirm verður til, og av teimum eginleikum, sum hava týdning í sambandi við skýgerð.

Í rannsóknarkømrum, har ið til ber at eftirlíkna sjósirmgerð, hava vit kannað ta ávirkan, sum luftinntøka, hiti og algunøgd hava á sjósirmgerð, og kannað lívfrøðiliga sirmgerð frá bløðrum, sum bresta. Harumframt hava vit við framkomnum kanningarháttum kannað eginleikar hjá sjósirmi, eitt nú støddarbýti, vatnsúgvandi vøkstur og hvussu sjósirm leggur lunnar undir skýgerð; bæði ígjøgnum dropaskapan og ísgerð. 

Niðurstøðan er, at ferðin á luftinntøkuni samsvarar við sjósirmframleiðsluna, og at sambandið millum hita og sjósirmframleiðslu er ymiskt alt eftir, um ein loddrætt vatnstrála ella luftspreiðari verður nýtt til at eftirgera sjósirm. Viðvíkjandi lívfrøðiligu sjósirmgerðini gjørdist úrslitið, at 10 ferðir fleiri kyknur yvirlivdu, tá ið kyknurnar vórðu turkaðar sum sirm í mun til, tá ið tær vórðu turkaðar á eini yvirflatu. Fyri at fáa greiðu á, hvussu nýframleitt sjósirm sýgur vætu í seg, framdu vit miðvísar kanningar og funnu útav, at tað ólívrunna havsaltið stýrir eginleikunum hjá skýgerð. Vit leggja kortini dent á, eldri sjósirm sýgur munandi minni vætu í seg, tá ið talan er um bitlar við lítlum tvørmáti (50 nm).

Sjósirm, sum er framleitt av arktiskum havfløtumikrolagi og aldum algum, Skeletonema marinoi og Melosira arctica, er nógv vánaligari samanborið við aðrar bitlar, sum spíra ísgerð í skýggjum. Til endans vísa vit á, at eftirlíknað arktisk skýggj, ið bæði innihalda vætu og ís, eru lutfalsliga stívrend mótvegis vætusúgvandi parametrinum κ yvir 0,4. Hetta vísir á, at innanhýsis blanding av lívrunnum evnum í sjósirmi hava lutfalsliga lítla ávirkan á skýdropavirkni.

Á myndini eru Sigurd F. Christiansen og Merete Bilde.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
MYNADARØÐ: Aftur eitt plettskot hjá Halleluja-Sofusi
Gávan frá listamanni­num komin aftur til Kaggan
"so be it!"
Øll húsharhald fáa jólagávu frá hesi kommunununi í dag
Sera klossut av Fólka­flokki­num í Klaksvík
Onki hald í meining­ini - Johan Dahl
Á Torginum 17. nov. 2020 - Samrøða: Hanna og Sámal Jákup Hansen
Samrøða: Henrik Old um mat í gomlum døgum
Táið menn gera mun
Fráboðanir­nar um skaðar eru komnar úr 19 bygdum
Til minnis um Birgar Johannesen
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 1. partur
NØVN: Meinigheits­húsið í Havn tveir nýggjar stýrislimir
Brandur Sandoy: Er hon bygd til deyðavatn, ella hvat?
So skal tað takast niður
Vespureiðrið (161) - 23. nov. 2020
Frá áhugamáli til vinnuveg
NØVN: Heppin at hava lært hjá SEV
Teir eru byrjaðir at rigga til nýggja barna­garðin við Gøtugjógv
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 4. partur
Samrøða: Gitte Klein um nýtsla av telduskíggjum í samband við heilsu
Nevndarlimir í LGBT Føroyar hittu Kaj Leo Johannesen
Fara at skráseta staðarnøvn í Vágs kommunu
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 48)
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi