Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Aganevndin hjá HSF: Nú stendur tað upp til VÍF

Innanlands, Ítrottur | 28/10-2020 15:01

Dysturin Neistan og VÍF, sunnudagin 11. oktober 2020. Aganevndin hevur havt málið til hoyringar hjá dómarunum og dómaraborðinum og metir út frá frágreiðingum teirra, at talan er um eitt mál, sum var skrásett á talvuni, sum skrivarin av órøttum hevði skrásett á dómaraseðlinum.

Avgerð hjá Aganevndini hjá HSF í sambandi við kæru frá VÍF, eftir at mótmæli var lagt í seinna hálvleiki í dysti A117 í fremstu mansdeildini millum Neistan og VÍF, sunnudagin 11. oktober 2020 í Høllini á Hálsi. Kæran er send HSF mánadagin 12. oktober kl. 16.02 og sostatt innan tíðarfreistina á 24 tímar eftir dystarlok.

Kærugjaldið
er somuleiðis goldið.
Kæran hjá VÍF

VÍF ynskir at fylgja upp uppá mótmæli, sum var fráboðað beinanvegin í dystinum. VÍF ynskir at kæra  avgerðina hjá dómarunum og dómaraborðinum og víst verður á, at Neistin av órøttum hevur fingið tilskrivað eitt mál við støðuni 28-30, soleiðis at støðan bleiv 29-30.

VÍF ynskir í fyrstu atløgu, at aganevndina skal strika hetta huldumálið, soleiðis at endaliga úrslitið av dysti A117 verður broytt til at VÍF vinnur dystin 34-35. VÍF heitir í aðru atløgu á neistaliðið, um ikki at møta upp, vísa rættan ítróttaranda og lata rætta vinnaran av dystinum vera, í so fall aganevndin tekur avgerð um at áseta umdyst. Væl vitandi um, at spælarar og venjarahópur hjá Neistanum ongan leiklut eiga í hesum, metir VÍF tó, at hetta er rætti mátin at loysa hetta óhepna mál uppá.

Viðmerkingar hjá dómarunum

Dómararnir í dystinum, Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík, hava havt kæruna til viðmerkingar. Teir greiða frá, at tá hallarklokkan vísti 21.50 í seinra hálvleiki, var tíðin steðga av teimum. Tá hevði Neistin júst skotið mál eftir skjótálop. Annar av dómarunum var tá júst komin aftur á baklinjuna, og varnaðist at eitt mál manglaði á máltalvuni til Neistan. Máltalvan vísti tá 27-30 til VÍF. Tá var neistavenjarin eisini byrjaður at gera vart við hetta.

Dómaraborðið, Sigvør Matras og Lovisa Niclasen, gjørdu síðani dómararnar varugar við, at sambært teirra  skrásetingum á dómaraseðlinum, átti støðan at verða 29-30, og ikki 28-30. Dómararnir fóru tískil yvir til dómaraborðið, har teir síðani saman við dómaraborðinum royndu at fáa greiðu á, hvat var rætt. Dómararnir og dómararborðið kundu í felag staðfesta, at Neistin hevði havt ”Team Time Out” stutt fyri, 20.29, og at Neistin eftir hetta hevði skotið 2 mál, sum bæði vóru rætt skrásett, herav tað eina málið, sum manglaði á máltalvuni og tíðin tískil var steðga. Dómararnir royndu síðani at bakka longur aftur, og alt tað teir minnast, var rætt skrásett . Útfrá hesari gjøgnumgongd var eingin
týðuligur feilur gjørdur, og tískil bar ikki til at staðfesta at eitt ávíst mál var skeivt skrásett. Men staðfest var, at munur var millum hvat máltalvan vísti og hvat var skrásett á dómaraseðlinum.

Dómaraborðið gjørdi somuleiðis dómararnar varugar við, at tað var ”trekt” at fáa málini skrásett á máltalvuna hendan dagin.

Onkuntíð máttu tey trýsta fast, meira enn einaferð. Hetta var helst orsøkin til, at seinasta málið ikki var skrásett á máltalvuni. Fatanin hjá dómarunum var, at talan var um tekniskar trupulleikar, og við í hesum í huga, so kundi ein eisini hugsa, at hetta kundi verið ein orsøk til staðfestað munin. Til síðst spurdu dómararnir dómaraborðið um, hvat tey hildu verða rætt, tvs. 28-30 ella 29-30. Útfrá gjøgnumgongdini saman var svarið 29-30.

Dómararnir staðfesta, at í síðsta enda var tað tó teirra avgerð, hvør støða skal takast, og at teir eisini taka fulla ábyrgd fyri hesi avgerð og meta teir ikki at dómaraborðið skal ábyrgdast fyri hetta. Dómararnir hava somuleiðis fult álit á dómaraborðinum, og er ein feilur hendur, so er hetta av reinum ósketni. Dómararnir greiða víðari frá, at liðini vóru síðani kunnaði um hetta, og tá valdi so VÍF venjarin at leggja protest (mótmæli). Protestin varð skrásett rætt og stundisliga á dómaraseðlinum, og til síðst varð hann eisini spurdur, um hann vildi standa fast við hesa. Tað ynskti hann.

Sostatt varð dysturin uppafturtikin við støðuni 29-30 til VÍF.

Komnir heim eftir dystin, greiða dómararnir frá, at teir skjótt kundu staðfesta útfrá video, at talan var um eitt mistak. Neistin stendur skrásett á dómaraseðlinum at hava skorað í 15. min. Talan er um skotroynd, ið fer framvið málinum, men sum á dómaraseðlinum verður skrásett sum mál. Tað óhepna í støðuni er, at hetta hetta ikki varð uppdagað fyrr enn 21.50, tvs. nærum 7 min. og 9 mál eftir at feilurin er skrásettur á dómaraseðlinum.

Viðmerkingar hjá dómaraborðinum Sigvør Matras, tíðtakari, og Lovisa Niclasen, skrivari, sótu við dómaraborðið. Tær viðmerkja, at í 22. minutti í seinna hálvleiki løgdu tær merki til, at máltalvan og dómaraseðilin ikki stemmaðu.

Dómaraseðilin segði 29 mál og klokkan 28. Dómararnir komu til dómaraborðið, og greiða tær frá, at tey saman við dómarunum vóru púra vís í, at mál 28 hjá Herbjørn á Lava og mál 29 hjá Hanusi Árasyni vóru røtt. Harafturat sá dómaraseðilin púra rættur út og tískul kundu dómaraborðið ikki vísa á nakran feil. Tí bleiv klokkan flutt tvey mál frá 27 – 30 til 29 – 30. Tá legði venjarin hjá VÍF protest.

Tær greiða víðari frá, at tá tær vóru komnar til hús, varð hugt eftir upptøkuni av dystinum og var
feiluri beinan vegin funnin. Skrivarin metti skot (mál 24) hjá Jónsveini Dulavík fara í mál og skundaði
sær at skriva og sá tí ikki, at málverjin hjá VÍF fór afturum málið eftir bóltinum. Tær harmast um
mistakið, men gjørdu eftir bestu sannføring.

Aganevndin
Aganevndin staðfestir, at VÍF hevur kært málið eftir forskriftunum í grein 5.17 í kappingarreglunum. Aganevndin hevur havt málið til hoyringar hjá dómarunum og dómaraborðinum og metir út frá frágreiðingum teirra, at talan er um eitt mál, sum var skrásett á talvuni, sum skrivarin av órøttum hevði skrásett á dómaraseðlinum. Neistin skeyt sostatt av røttum 34 mál í dystinum, meðan VÍF skeyt 35. Sostatt var endaliga úrslitið 35-35 skeivt.

Aganevndin kann sambært § 6a, stk. 3 í viðtøkunum hjá HSF m.a. áseta, smb. nr. 3 døma eitt lið at missa stig og/ella mál í einum dysti r. 4 áseta at nýggjur dystur skal spælast nr. 5 at flyta stig til móttstøðuliðið

Aganevndin metir, at ein ikki kann útiloka, at gongdin í seinastu 8 minuttunum av dystinum hevði verið annaðleiðis, um rætta støðan framgekk av máltalvuni og tískil er aganevndin komin til tann úrskurð, at nýggjur dystur skal/kann spælast millum liðini, treytað av at VÍF ynskir at leika nýggjan dyst. Aganevndin er av teirri fatan, at tá dysturin endaði við javnleiki, nýtist nýggjur dystur ikki neyðturviliga ítróttarliga ella kappingarliga verða í áhuga VÍF´s. Við nýggjum dysti kann VÍF vinna eitt eyka stig, men eisini risikera at missa eitt stig.

Aganevndin vil tískil lata tað vera upp til VÍF, at gera av um teir ynskja at leika nýggjan dyst.

Aganevndin ynskir fráboðan frá VÍF um hetta innan 48 tímar eftir at henda avgerð er fráboðað felagnum. Úrskurðurin verður sendur kappingarnevndini hjá HSF, sum ásetur nýggjan leikdag um VÍF ynskir hetta.

Avgerðir hjá Aganevndini kunnu kærast, umvegis hsf@hsf.fo, til Dómsnevndina 6 dagar frá tí at
avgerðin hjá Aganevndini er komin fram til fram til partin, sum ynskir at kæra.

Vegna aganevndina
Jens Andrias Vinther, form.
Niels Winther
Hartvig Joensen


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi