Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fimm eftir umfarið

Innanlands, Ítrottur | 17/05-2017 14:02
Klæmint A. Olsen | Mynd: Hjalmar Jóhan Juul/nsi.fo

KÍ og NSÍ hava funnið formin, meðan Víkingur er steðga upp. Her eru fimm niðurstøður eftir 8. umfar í Effodeildini.

KÍ 3x3 og kann fara undan

Fyri triðju ferð á rað fóru klaksvíkingar av vøllinum við øllum trimum stigunum, og menninir hjá Mikkjali Thomassen hótta nú av álvara við at fara frá hinum í oddinum. Undan sætta umfari var KÍ fimm stig frá TB/FCS/Royn, sum tá var fremst, men nú - tríggjar dystir seinni - eru teir bláu nummar eitt, tvey stig frammanfyri Víking.

Albert Adu hevur verið lyklaspælarin hjá KÍ hesar dystirnar. Eftir at framherjin sat nógv á beinkinum, er hann byrjaður inni, og hevur lønt Mikkjali Thomassen fyri álitið við trimum málum, har tvey av teimum hava verið avgerandi. Ímóti EB/Streymi skoraði Adu einsamalla málið við frálíkum skallara, ímóti ÍF skoraði hann til 2-0 og í oddadystinum móti suðuroyingunum sunnudagin skoraði hann avgerandi málið í týdningarmikla 2-1 sigrinum við Stórá. Hetta vísir bæði, at Adu er ein sera vandamikil harri, men so sanniliga eisini, hvussu nógv ein breiður hópur hevur at siga.

KÍ sær út til at hava funnið stevið, og kunnu teir gera sum í fjør, tá teir vunnu níggju dystir á rað frá 8. til 16. umfar, verður torført hjá hinum oddaliðunum at fylgja við. Komandi tveir dystirnir eru á heimavølli móti HB og 07 Vestur, og tey munnu vera fleiri, sum seta 1-tøl við hesar báðar dystirnar.

Stígur komin í hjá føroyameistarunum

- Tann einasti (javnleikurin), sum vit ordiliga kunnu liva við av teimum fýra, er javnleikurin móti KÍ, tá vit javna í síðstu løtu, tí í øllum hinum trimum dystunum vit spæla javnt, haldi eg, at vit eru leikliga omaná og burdu vunni og hava kjansirnar til at vinna … vit eru ikki nóg kyniskir í avgerandi løtunum. Tað er nakað, vit mugu broyta.

Tað segði miðvallargeneralurin hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, við 3-2 eftir skuffandi 1-1 javnleikin í grannauppgerðini móti ÍF í Fuglafirði. Og tað má broytast skjótt og helst longu í komandi umfari, tá TB/FCS/Royn kemur á vitjan í Sarpugerði. Annars er vandi fyri, at føroyameistararnir enda ov langt aftanfyri KÍ, sum veruliga tykist vera komið í gongd nú.

Hyggja vit eftir fýra teimum seinastu umførunum, hava bæði KÍ og NSÍ fingið 10 stig burturúr, meðan Víkingur hevur spælt javnt fýra ferðir á rað. Tað gevur sum kunnugt ikki tey nógvu stigini, og tá hugsað verður um, at mótstøðuliðini seinastu umførini hava verið 07 Vestur (h) og ÍF (ú), er hetta snøkt sagt ikki nøktandi. Fyri venjaran, Sámal Erik Hentze, man tað vera serliga ørkymlandi, at síggja lið sítt, sum bert lat tvey mál inn fyrstu fýra dystirnar, lata heili sjey inn seinastu fýra dystirnar.

Jákup á Borg í trupulleikum uttan profilarnar

- Fyrri hálvleikurin er út av lagi vánaligur, absolutt tað vánaligasta, vit hava spælt, segði Jákup á Borg við 3-2, eftir at hann hevði sæð lið sítt, B36, spælt 2-2 móti Skála. Semja tykist vera um, at spælið hjá árstalsfelagnum hevur verið á góðari leið sum heild, men nakni veruleikin á stigatalvuni eftir átta umførum sigur, at B36 fær trupult við at røkka upp í oddin í ár.

B36 spældi javnleik í fýra teimum fyrstu umførunum í ár ímóti ávíkavist Víkingi, KÍ, NSÍ og HB. Hesi verða øll roknaði millum tey, sum skulu kappast um plássini á ovara hálvu, og tí vóru javnleikirnir ikki sæddir sum nøkur vanlukka. Tað setti kortini krøv til komandi dystirnar, sum allir vóru móti lægri mettu liðunum, men tey krøvini hevur B36 als ikki livað upp til.

Fyrst mistu teir eina tveymálsleiðslu móti suðuroyingunum og taptu 3-2, og eftir at ÍF varð hølvað av í Gundadali, hevur B36 tvær ferðir á rað spælt javnleik móti ‘veikari’ mótstøðu. Fyrst megnaðu teir ikki at skora móti EB/Streymi í einum keðiligum dysti, og sunnudagin megnaðu teir ikki at halda tætt í 2-2 javnleiki á Skála. Jákup á Borg hevur ikki havt profilar sum Lukasz Cieslewicz og Philip Lund tøkar í einastuni, og spælið millum brotsteigarnar hevur sæð gott út, men úrtøkan seinastu fýra umførini hevur ikki verið nøktandi.

Í næsta umfari kemur 07 Vestur á vitjan í Gundadali, og tá má og skal B36 hava øll trý stigini, tí eftir hetta eita mótstøðuliðini aftur NSÍ, Víkingur, HB og KÍ.

NSÍ og Klæmint A. Olsen aftur í rætta lagnum

Hvussu veitst tú, at alt er, sum tað eigur at vera við Løkin í Runavík? Tá NSÍ vinnur stórt móti botnliðunum, og Klæmint A. Olsen skorar minst tvey mál.

Tað var júst tað sum hendi sunnudagin, tá teir í gulum sendu Trygva Mortensen og 07 Vestur aftur til Sørvágs við einum 4-0 tapi. Klæmint A. Olsen, toppskjúttin í Effodeildini fýra tey seinastu árini, er ein málrevur uttan líka, og er sum oftast á rætta stað í brotsteiginum. Tað hjálpir sjálvandi eisini, at hann hevur menn sum Árna Frederiksberg og Einar Tróndargjógv at leggja innleggini, eins og teir gjørdu sunnudagin og hava gjørt tað so mangan.

Árni Frederiksberg hevur lagt upp til flest mál í landskappingini seinastu árini, og liggur aftur í ár ovastur á listanum yvir flest upplegg. Fimm ferðir hevur vongurin verið næstseinast á bóltinum higarti, og NSÍ tykist veruliga at vera komið í gongd, eftir eina heldur laka byrjan. Saman við KÍ er NSÍ formliðið í Effodeildini, og teir gulu hava fingið 10 stig seinastu fýra dystirnar.

07 Vestur manglaði svenska miðverjan, Petter Bjørlund, ið hevur staðið seg sera væl higartil, og toppskjúttan frá í fjør, Søren Nielsen, ið framvegis ikki er klárur aftur. Harumframt mátti størsti profilurin hjá vágamonnunum, Ken Fagerberg, út við skaða longu eftir 25. minuttum, og so var mestsum ógjørligt hjá runavíkinginum, Trygva Mortensen, at arga bygdarmenninar.

Sigfríður Clementsen kennir seg snýttan

- Dómarin kemur ófatiliga illa frá hesum dystinum. Fyrst ganga feilirnir útyvir okkum, og tá teir so eru gjørdir, fer hann at rætta og ger feilir hinumegin eisini. Tað ger jú bara dømingina uppaftur verri. So dómaraavrikið í dag var vánaligt.

So hvassorðaður var HB-venjarin, Sigfríður Clementsen, í 3-2 um avrikið hjá Rúna Gaardbo eftir 1-0 tapið móti EB/Streymi sunnudagin. Óivað var tað kolldømda málið hjá HB, sum venjarin iðraði seg mest um. Heðin Hansen sá út til at hava lagt útiliðið framum, tá hann skallaði hornaspark í netið, men málið varð kolldømt. Á sjónvarpsmyndunum er ilt at fáa eyga á, júst hvat dømt verður fyri.

Seinni í hálvleikinum kunnu bæði liðini argumentera fyri, at tey áttu brotsspark. Fyrst varð Dan í Soylu koyrdur um koll í HB-brotsteiginum, og seinni sá út til, at Aleksandar Stankov eisini varð feldur. Hesi vórðu ikki dømd, og EB/Streymur fekk ein flottan 1-0 sigur. Hinvegin veksur trýstið á HB, sum komandi umfar skulu til Klaksvíkar at royna seg móti vælkoyrandi oddaliðnum.


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi