Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Helgi Abrahamsen svarar fyrispurningi frá Johan Dahl viðvíkjandi ravmagnsviðurskiftum

Innanlands, Politikkur | 29/10-2020 11:00

Helgi Abrahamsen landsstýrismaður svar uppá fyrispurning frá Johan Dahl, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-001/2020, viðvíkjandi ravmagnsviðurskiftum Spurningurin var soljóðandi:

1.Er landsstýrismaðurin kunnaður um, hvussu gongdin í ravmagnsprísum -uttan avgjøld -hevur verið eitt nú í Danmark, har framleiðsla og net eru sundurskild, og ein liberalisering er farin fram, samanborið við Føroyar?

2.Er landsstýrismaðurin kunnaður um aðrar metingar av avleiðingunum av eini sundurskiljing avnetinum og eini marknaðargering av framleiðsluni av streymi enn tær hjá SEV -her verður serliga hugsað um, hvussu streymprísirnir kunnu fara at verða, og hvussu vit røkka málinum at gerast grøn á elorkuøkinum?

3.Er landsstýrismaðurin kunnaður um ítøkiligarætlanir um at koma longri á leið á grønu kósini, men sum ikki hava fingið viðgerð?

4.Er landsstýrismaðurin kunnaður um, hvørt SEV fylgir prísavtaluni við vindmyllufeløg, herundir um SEV avroknar dótturfelag sínum í Húsahaga við munandi hægri upphæddum, enn tað, sum svarar til avrokning fyri ta vindorku, sum vindfelagið hevur framleitt at lata inn á netið hjá SEV?

5. Er landsstýrismaðurin nøgdur við gongdina at koma longri á leið á grønu kósini –her verður hugsað bæði um verandi skipan av økinum og um verandi umsiting á økinum?Svar:

Svar til spurning 1: Stutt kann sigast um gongdina á ravmagnsprísum -uttan avgjøld -at prísirnirseinastu 10 til 15 árini eru hækkaðir munandi meira í Føroyum enn í Danmark, sí talvuvið samanberingniðanfyri. Viðmerkjast kann, at í Føroyum er prísurin á einum kilowatttíma (kWt) ymiskur, alt eftir um talan er um eitt húsarhald ella ein vinnuligan kunda. Og avslátturin í elprísinum til vinnuligu kundarnar er eisini ymiskur alt eftir stødd og slag av vinnukundum. Seinastu tvey árini hevur ein serlig avsláttarskipan eisini verið galdandi til hitapumpur og til løðing av elbilum. Nógv avgjøld verða løgd omaná elprísiní Danmark, sum samanlagt svara tilmeira enn helvtina av tí, sum verður rindað. Í Danmark hevur elprísurin uttan avgjøld verið rættiliga støðugur seinastu 15 árini við fallandi gongd seinastu árini, meðan føroysku elprísirnir eru hækkaðir í nevnda tíðarskeiði. Viðmerkjast kann eisini, at elprísurin í Føroyum er hægstur á listanum yvir elprísir í Europa, tá ið prísurin er reinsaður fyri avgjøld. Sí talvuna niðanfyri,har grøni parturin av stabbunum er prísur uttan avgjøld.  
 
2/ 4 Talva yvir gongdina í elprísunum (uttan avgjøld) frá 2005 til 2020 fyri privat-og vinnukundar í Føroyum og Danmark:

Talva yvir sundurgreinaðar elprísir í Evropa, har føroyski elprísurin er lýstur í stabba 8,talt frá høgru

 

Hinvegin er ikki heilt lætt at samanbera elprísir, eitt nú tí føroysku elprísirnir enn eru nógv knýttirat sveiggjandi oljuprísum. Eisini erføroyski elmarknaðurin lítil, elnetini smá og sjálvstøðug og ikki íbundin onnur og størri net. Danska elnetið er nógvar ferðir størri og er íbundið evropeiska meginelnetið. Samanberingargrundarlagið má tí takast við ávísum fyrivarni.  

Svar til spurning 2: Aðrar metingar eru gjørdar seinastu árini, sum m.a. snúgva seg um sundurskiljing av elnetinum og einimarknaðargerðav streymframleiðsluni,og harímillum eisini hvussu vit kunnu røkka málinum at gerast grøn á elorkuøkinum. Nevnast kunnu:•Heildarætlan fyri elorkuøkið frá 2011•Bygnaður og ognarviðurskifti á elorkuøkinum í Føroyum frá 2015 •Virkisætlan –frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum frá 2015•Onnur almenn álit á orkuøkinum, sí yvirlit yvir føroysk álit o.a.á heimasíðuni hjá Løgmansskrivsstovuni http://tilfar.lms.fo/logir/alit/yvirlit.htmÍ heildarætlanini fyri elorkuøkið frá 2011 verður beinleiðis mælt til at leggja netpartin hjá SEV undir sjálvstøðuga leiðslu. Í frágreiðingini frá 2015 viðvíkjandi bygnaði og ognarviðurskiftunum á elorkuøkinum, har umboð vóru fyri SEV og landsstýrið, mæltu umboðinifyri landsstýrið til at leggja ognarlutin í SEV til landið. Alternativt varð mælt til at gera eitt deildaruppbýti millum net-og framleiðslupartinhjá SEVsum eitt fyrsta stig. Hetta deildaruppbýtið er seinni gjøgnumført í SEV. Virkisætlanin frá 2015 vísir í høvuðsheitum hvørji ítøkilig átøk, ið mæltverðurtil at gera fyri at koma longur fram á leið á grønu kósini.

Svar til spurning 3: Tær mest ítøkiligu ætlanirnar at koma longri á leið á grønu kósini eru: •Ætlaðu vindorkuútbyggingarnar -nevnast kann ítøkiliga vindorkuætlanin í Porkeri, á Eiði og í Flatnahaga omanfyri Havnina. Eisini kunnu nevnast ítøkiligar ætlanir um vindorkuútbyggingar á Sandoynni og í Eysturoynni •Ætlanin at gera pumpuskipanir í Vestmannaøkinum og í SuðuroyNógv tíð og orka er brúkt og drúgvar frágreiðingar skrivaðar í fyrireikingunumav ætlaðu vindorkuútbyggingunum og serliga av pumpuskipanunum. Ítøkiligar umsóknir eru eisini komnar um loyvi at fara undir at gera purmpuskipanir, tó uttan at neyðuga fyrisitingarliga grundarlagið enn hevur verið til staðar fyri at ítøkiligar avgerðir kunnu takast í hesum málum.

Svar til spurning 4: SEV hevur fingið álagt frá myndugleikanum, at Vindfelagið í Húsahaga skal avroknast sambært galdandi prísavtalu millum Vindfelagið í Húsahaga og SEV net. Prísavtalan ásetur m.a.,at vindfelagið ikki kann avroknast fyri minni framleiðslu enn 41,4 GWt, uttan so at vindfelagið framleiðir minni enn hetta, og tað ikki skyldast viðurskifti hjá SEV. Seinastu tíðina hevur samskifti verið millum SEV net og Elveitingareftirlitið á Umhvørvisstovuni um, í hvussu stóran mun manglandi elframleiðsla inná elnetið er orsakað avviðurskiftum hjá sjálvum vindfelagnum ella viðurskiftum, ið skyldast SEV net. Ein endalig niðurstøða um, hvørt SEV net hevur avroknað ov nógv til vindfelagið,væntast at fyriliggja í næstum.  
 
 
4/ 4 Svar til spurning 5 Landsstýrismaðurin ásannar, at tað ikki gongur heilt so skjótt við grøna orkuskiftinum, sum ein kundi vónað. Orsøkirnar eru helst fleiri og samansettar. Lutvíst kundi lógarverkið verið greiðari og lutvíst kundiorkumyndugleikin lýst og fyrireikaðstóru orkumálini betur mótvegis øðrum myndugleikum og áhugapørtum við eitt nú kunning og samstarvi fyri at tryggja eina skjótari málsviðgerðargongd tvørturum myndugleikamørk. Nøkur av hesum viðurskiftunum gerast skipanarliga greiðari, tá ið elveitingarlógin verður dagførd. At dagføra elveitingarlógina er liður í arbeiðinum, sum í løtuni verður framt fyri at gera skilnað millum framleiðslu og netpartin hjá SEV, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í netprísinum. Harafturat fer UVMR at taka upp við Umhvørvisstovuna, hvussu eitt nú vindútboð verða løgd til rættis. Kunnu ivamál ruddast av vegnum, áðrenn boðið verður út,gerast kærurnar kanska færri.

Umsitingarliga er helst eisini neyðugt at ásanna, at ein liberalisering av elframleiðsluni krevur eitt styrkt elveitingareftirlit –í hvussu er til nýggja skipanin er kjølfest.Viðvíkjandi grøna orkuskiftinum er tó eisini neyðugt at hava í huga, at orkuskiftið sum hugtak er breiðari enn grøn elframleiðsla. Vit mugu eisini áhaldandi eggja brúkarunum, bæði privatum borgarum, almennum stovnum og vinnulívinum, til at velja grønar orkuloysnir. Hesin parturin av orkuskiftinum verður í løtuni stuðlaður við mvg og avgjaldsfrítøkum, men vónandi fer kapping í sølupartinum av elframleiðsluni eisini at viðvirka til skjótari grøn orkuskifti millum brúkararnar, har ráðgeving um fyrimunir og vansar við ymiskum loysnum vónandi gerst meirisjónlig. Umhvørvis-og vinnumálaráðið,

tann 9. oktober 2020

Helgi Abrahamsen landsstýrismaður
 


 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi