Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Magnus Rasmussen tekur sæti á Fólkatingi

Politikkur | 29/10-2020 18:00

Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi frá fólkatingsarbeiðnum í eitt styttri tíðarskeið, og Magnus Rasmussen kemur tí í hansara stað frá 3. november 2020.

Týsdagin 3. november verður fyribils útskifting í fólkatingsmanningini hjá Sambandsflokkinum. Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi í eitt styttri tíðarskeið, og Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og tingbólkaformaður, tekur tískil við sessinum á Fólkatingi.

Magnus Rasmussen er útbúgvin lærari og var borgarstjóri í Runavíkar Kommunu í tíðarskeiðnum 2009 til og við 2015, har hann á fyrsta sinni bleiv valdur í Løgtingið.

Hetta er fyrstu ferð, at Magnus Rasmussen skal royna seg á Fólkatingi, og hóast hann er lutfalsliga nýggjur á politiska vígvøllinum, er tað við áræði og stórum hugi, at hann tekur við avbjóðingini.

- Eg ivaðist ikki í at taka av, tá møguleikin nú kom. Eg stillaði upp til seinasta fólkatingsval, tí eg havi áhuga fyri fólkatingsarbeiðinum, so tað er sjálvsagt, at eg taki av nú. Tað er eingin ivi um, at hetta verður ein krevjandi og spennandi avbjóðing, men eg gleði meg at koma í gongd við arbeiðið. Eg ætli mær eisini at seta meg inn í so nógv viðurskifti á Fólkatingi sum møguligt, nú eg havi møguleikan, fortelur Magnus Rasmussen.

Fyribils fólkatingslimurin kemur í eldin beinavegin. Sum nakað av tí fyrsta skal hann til spurnartíma við forsætis-ráðharra Mette Frederiksen, og umframt at luttaka í fleiri fundum, skal hann umboða Føroyar, tá allir norðurlendsku sendiharrarnir kunna um teirra arktisku strategiir og hvussu styrkjast kann um
norðurlendska samstarvið í Arktis.

Magnus Rasmussen skal formliga góðkennast við atkvøðugreiðslu í Fólkatingssalinum, men tað er ikki óvanligt, at fólkatingslimir biða um farloyvi, og hetta er tí at rokna sum ein formalitetur.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi