Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Á Torginum 24. nov. 2020 - Samrøða: Steinbjørn O. Jacobsen (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 2. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (161) - 23. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 22. nov. 2020: Kári Kjelnæs "Flytifuglar og eingin fordøming" - Orðið: "At vera hjá Kristusi er mangan mangan betur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Gitte Klein um nýtsla av telduskíggjum í samband við heilsu
Ymiskar sendingar
Samrøða: Henrik Old um mat í gomlum døgum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 4. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (9) - 20. nov. 2020
EvR
Á Torginum 17. nov. 2020 - Samrøða: Hanna og Sámal Jákup Hansen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (160) - 16. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 15. nov. 2020: John Høj "Jóh. kap 17" - Orðið: "Jesus verður dómari"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Birgir Nielsen um heilsu
Ymiskar sendingar
Samrøða: Toni Dam um heilsu
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 3. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (8) - 13. nov. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Bjarti Mohr & Jógvan Poulsen um atkvøðu svik til forsetavalið í USA
EvR
Á Torginum 10. nov. 2020 - Samrøða: Karin og Regin Meyer Olsen (uppt. mars 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Julianna Ellingsgaard 2. partur
Ymiskar sendingar
LJÓÐUPPTØKA: Valkafé á Tvøroyri - 9. nov. 2020
Lýsing

Yvirtøka av landslæknaembætinum, epidemilógini og aðrari heilsulóggávu

Politikkur | 30/10-2020 19:00

Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so tað kann handlast skjótt. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí stórur partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum. Tá skulu okkara avgerðir gjøgnum danskar myndugleikar, og tá kunnu vit bert samtykkja tað, sum danskir myndugleikar longu hava samtykt. Hetta er á ongan hátt nøktandi. Og vit hava serliga nú, meðan koronukrímið hevur herjað, víst, at tað ikki ber til at viðgera viðurskiftini í Føroyum eins og tey í Danmark. Vit eru tvey ymisk lond, og tørvurin á átøkum er als ikki tann sami.

Heilsuøkið er at meta sum reinur innlendispolitikkur og má sjálvsagt stýrast úr Føroyum. Og vit hava so dyggiliga prógvað, at tað eru vit fult før fyri. Okkara heilsustarvsfólk eru væl skikkað at loysa allar tær avbjoðingar, sum nútíðin krevur. Tí vilja vit yvirtaka landslæknaembætið og aðra heilsulóggávu. Og eisini tí at vit síggja, at tað er stórur tørvur á tí fyri at styrka um góðskuna í heilsutilboðunum.

At hava fult lóggávuræði á heilsulóggávuni hoyrir einum framkomnum samfelagi til. Tað kemur altíð at vera neyðugt við nógvum og tøttum samstarvi við onnur lond um heilsuøkið, og sjálvsagt skulu vit fylgja altjóða tilmælum og vera á høgum fakligum norðurlendskum støði.

Tað, sum vit hava lagt fyri løgtingið, er uppskot um at yvirtaka landslæknaembætið og tær tænastur, sum hoyra til embætið. Tað veri seg eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum og epidemilóggávuna. Ein yvirtøka, sum er alneyðug. Somuleiðis er í yvirtøkupakkanum m.a. psykiatrilóggáva, lóg um rúsandi evni, lóg um eftirgjørdan gitnað, sjúklingarættindi o.a. Alt nakað vit sjálvi hava tørv á at fáa ræði á.

Eg kann taka eitt dømi við rúsandi evnum, sum vit hoyra nógv um. Í dag er tað soleiðis, at tað finnast listar yvir, hvørji evni tað ber til at leggja hald á við innkomu til landið. Er eitt evni ikki á, so kann tað koma inn í landið. Kreativiterurin er stórur á rúsevnisøkinum, og rúsevnini broyta navn og samanseting alla tíðina, tí mugu listarnar dagførast javnan. Í míni tíð í landsstýrinum tók tað áravís at fáa broytt kunngerðina fyri Føroyar, um hvørji evni kundu koma til Føroyar. Og tað var, hóast vit frá føroyskari síðu høvdu biðið um tað. Tað kann als ikki góðtakast.

Vit síggja eisini í sambandi við koronufarsóttina, at vit hava stóran tørv á at hava okkara egnu epidemilóggávu. Tað er serliga sjónligt í sambandi við kjakið um okkara landamørk, um heimild at taka gjøld fyri koronukanningar og um heimild at avmarkað upplatingartíðinar hjá matstovum og annað. Eg sigi ikki, at hetta alt eru átøk, vit skulu fremja, men at hetta eru átøk, vit ikki sjálvi kunnu fremja í dag, tí vit hava ikki lóggávuheimild. Sjálvsagt skulu vit hava ræðið á okkara egnu epidemilóg, so løgtingið kann samtykkja tað, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Onki annað er nøktandi. Og sjálvsagt skulu vit í Føroyum avgera, hvussu vit seta farsóttarnevndina saman.

Alt hetta snýr seg í roynd og veru um, at vit í Føroyum taka størri ræði á lóggávuvaldinum á heilsuøkinum, og harvið størri ábyrgd. Tað snýr seg ikki um persónar, men um at skipanin í dag ikki er nøktandi fyri heilsupolitikkin í okkara samfelagi. Sjálvsagt skulu vit hava eitt framsøkið landslæknaembæti, sum er á staðnum, og sum hevur sítt dagliga virksemi í samfelagnum. Tað er millum annað neyðugt í sambandi við eftirlit við heilsustarvsfólkum og viðgerðarstovnum og støðum. Tað er ein stór uppgáva at røkja, sum í sera lítlan mun verður røkt í dag. Landslæknin skal eisini hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum. Alt neyðugar uppgávur fyri at tryggja góðskuna í teimum heilsutilboðum, vit veita. Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd.

Samstundis, sum vit yvirtaka landslæknaembætið, er neyðugt at uppbyggja ein Fólkaheilsumyndugleikastovn, har málsøkið verður umsitið. Hetta skal vera ein sterkur fakmyndugleiki innan heilsuøkið, ið kann ráðgeva landsstýrinum, kommununum og almennum myndugleikum. Landslæknin verður krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum. Vit hava nógv væl skikkað og kompetent heilsustarvsfólk at røkja uppgávuna, og sum við fyrimuni kunnu samstarva.

Vit hava fleiri landsembæti í Føroyum. Til dømis hava vit landsapotekara og landsdjóralækna. Og tað er bæði gott og neyðugt. Men tað er púra óskiljandi, at vit ikki hava egnan landslækna men eina skipan, har vit fáa tænastu x-tal dagar um mánan úr Danmark. Menningin á økinum gongur við rúkandi ferð, og tørvur er á dagligari nærtænastu fyri, at góðskutryggja og ráðgeva á umskiftiliga heilsuøkinum.
 
Viðgerðin í tinginum av uppskotunum var sera uppbyggjandi og saklig. Tað tyktist vera rímuliga breið semja um, at vit eiga at yvirtaka økið. Uppskotið er nú í nevnd. Og spennandi verður, hvussu verður, tá ið atkvøðugreiðslan verður.

Sirið Stenberg
Tjóðveldi


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
"so be it!"
Øll húsharhald fáa jólagávu frá hesi kommunununi í dag
Vespureiðrið (161) - 23. nov. 2020
Sera klossut av Fólka­flokki­num í Klaksvík
Samrøða: Henrik Old um mat í gomlum døgum
Til minnis um Birgar Johannesen
Táið menn gera mun
Fráboðanir­nar um skaðar eru komnar úr 19 bygdum
So skal tað takast niður
Brandur Sandoy: Er hon bygd til deyðavatn, ella hvat?
Frá áhugamáli til vinnuveg
NØVN: Heppin at hava lært hjá SEV
Teir eru byrjaðir at rigga til nýggja barna­garðin við Gøtugjógv
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 4. partur
Handilin hjá KROSSTEIN letur nú upp í nýtímans sniði og spennandi vøruúrvali
Nevndarlimir í LGBT Føroyar hittu Kaj Leo Johannesen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 48)
Samrøða: Gitte Klein um nýtsla av telduskíggjum í samband við heilsu
Nevndir­nar eru nú eisini uppá pláss í Hvalba
Fara at skráseta staðarnøvn í Vágs kommunu
Bakkafrost triðbesti proteinframleiðari í heiminum innan burðardygd
Edmund útvegaði 600.000 kr
4.973.830 krónur býttar ímillum 126 føroyskar fyritøkur
P/­F Norðsetur reist fyrstu sethúsini við Nónvarða
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Á Torginum 24. nov. 2020 - Samrøða: Steinbjørn O. Jacobsen (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 2. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (161) - 23. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 22. nov. 2020: Kári Kjelnæs "Flytifuglar og eingin fordøming" - Orðið: "At vera hjá Kristusi er mangan mangan betur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Gitte Klein um nýtsla av telduskíggjum í samband við heilsu
Ymiskar sendingar
Samrøða: Henrik Old um mat í gomlum døgum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 4. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (9) - 20. nov. 2020
EvR
Á Torginum 17. nov. 2020 - Samrøða: Hanna og Sámal Jákup Hansen
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Atli Klein Olsen 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (160) - 16. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 15. nov. 2020: John Høj "Jóh. kap 17" - Orðið: "Jesus verður dómari"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Birgir Nielsen um heilsu
Ymiskar sendingar
Samrøða: Toni Dam um heilsu
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eyðun Joensen 3. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (8) - 13. nov. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Bjarti Mohr & Jógvan Poulsen um atkvøðu svik til forsetavalið í USA
EvR
Á Torginum 10. nov. 2020 - Samrøða: Karin og Regin Meyer Olsen (uppt. mars 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Julianna Ellingsgaard 2. partur
Ymiskar sendingar
LJÓÐUPPTØKA: Valkafé á Tvøroyri - 9. nov. 2020
Nýggjastu tíðindi