Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Altjóða skjótibreyt á Sandvíkum

Innanlands | 30/10-2020 21:00


Nú kemur altjóða skjótibreytin á Sandvíkum.

Seinnapartin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og Veiðifelagið Byrsumúli undir avtaluna, sum slóðar fyri hesi verkætlan.

Niðanfyri er røðan, sum borgarstjórin helt á Sandvíkum, tá ið partarnir undirskrivaðu avtaluna.

- Hetta er ein stórur dagur, nú Tórshavnar kommuna undirskrivar eina avtalu við Veiðifelagið Byrsumúla. Við hesi avtaluni eru nýggjar tíðir fyri framman her á skjótibreytini á Sandvíkum. Nú fáa vit á fyrsta sinni eina altjóða góðkenda skjótibreyt í Føroyum.

Nýggju umstøðurnar eru ein stórhending fyri tykkum, sum skjóta til máls bæði summar og vetur. Nýggja breytin fer at tryggja skjótiítróttin í Føroyum í mong ár.

Skjótibreytin verður fyri øll, tí eru atkomuviðurskiftini fyri rørslutarnað eisini raðfest høgt. Ein gøta verður løgd í lendið, og hon fer at binda felagshúsið við hátúni saman við áskoðaraskýli og skjótistøðini.

Eitt felagshús verður eisini gjørt við øllum hentleikum, so sum hølum/umstøðum til innivist, smærri móttøkur, veitslur, vesir o.a. - hugsanin er, at sjálvt felagshúsið er skjótt at seta upp.

Nýggja breytin lýkur krøvini til oyggjaleikir – bæði OL-trap, Automatic Ball Trap og OL-skeet. Ovara skeetbreytin kann eisini brúkast sum Compak-Sporting-breyt. Til tað síðsta krevst, at fleiri kastimaskinur verða settar upp, og hesum rúmar breytin væl.

Breytin verður ætlandi liðug í komandi ári.

Tórshavnar kommuna hevur ein greiðan ítróttarpolitikk, sum skal fáa fleiri altjóða kappingar til høvuðsstaðin. Skjótibreytin er ein liður í hesum miðvísa arbeiði. Nýggj skjótibreyt er eisini kærkomin, tá ið Oyggjaleikirnir aftur verða í Føroyum.

Um felagið er at siga, at Veiðifelagið Byrsumúli varð stovnað 27. mars 1980. Tað var Erik Andersen, sum tók stig til at stovna skjótifelagið, sum í ár hevur 40 ára føðingardag. Henda avtalan er okkara føðingardagsgáva til tykkum og føroyskan skjótiítrótt.

186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinastu tíðina eru nógvir nýggir limir komnir aftrat, og tað er hugaligt.

Sjálvar breytirnar verða fluttar longur frá fjøruni, lendið verður drenað og slættað, so tað eisini fer at bera til at skipa ruddingina betur.

Ein vallgarður er teknaður at liggja á markinum millum skjótiøkið og fjøruna. Hesin skal forða splintrum frá leirdúgvunum í at enda í fjøruni. Somuleiðis skal vallgarðurin tryggja, at almenningurin framvegis hevur atgongd til fjøruna.

Hjá tykkum skjúttum er ein spennandi tíð fyri framman. Tit hava staðið tykkum væl, m.a. eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum allar bestu eydnu. Takk fyri.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi