Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ikki villleiða fólk, Jørgen!

Innanlands | 31/10-2020 10:00

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar harmast, at landsstýrismaðurin roynir at grugga málið í síni samrøðu við VP.

Hetta vísir, at Jørgen Niclasen ongan áhuga hevur í at finna eina semju, hóast bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsumálum hava heitt á hann um at finna eina loysn.

Hetta vísir, júst hví samráðingarnar eru endaðar við verkfalli. Viljin at finna fíggingina at rætta skeivleikan í okkara lønarlagi er ikki til staðar hjá landsstýrismanninum, hóast hann lætt finnur stórar upphæddir til onnur mál.

Í greinini á VP dregur Jørgen Niclasen enn einaferð lønarhækkingina, ið vit samráddu okkum til í 2017, inn í roknistykkið hesaferð.

Hetta er ikki bara vánaligur samráðingarsiður, men ein beinleiðis villleiðing.

Í veruleikanum var semingsuppskotið hesaferð, at okkara limir fingu júst somu lønarhækkan í prosentum, sum teir bólkar, ið frammanundan fáa hægri løn og ofta munandi betri arbeiðstreytir.

Okkara lønarhækking seinast, kom eftir eitt langt verkfall, og var eitt stig á vegnum at rætta skeivleikan í lønarlagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

Vit vóru greiðar yvir, at skeivleikin ikki verður rættaður eftir einum degi, ella eftir einari lønarsamráðing.

Men Fíggjarmálaráðið má venja seg við, at skeivleikin skal minka í hvørjari samráðing, til hann er heilt burtur. Tí kunnu undanførslur, um at vit fingu meira enn hini seinast, hvørki brúkast ella góðtakast. 

Skeivleikin, sum vit vilja rætta, byrjaði við danska “Tjenestemandsreformen” í 1969. Almennar lønir vórðu tá settar inn í eina nýggja lønarskipan. Lærarar, løgreglumenn, námsfrøðingar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, akademikarar, professarar og onnur alment sett vórðu sett inn í hesa skipan.

Kvinnufakini vórðu í hesum sambandi løgd 20% undir mannfólkafakini. Grundgevingin var, at mennirnir vóru uppihaldarar. Tað føroyska lønarstøðið fylgdi tí danska, og fleiri av fakfeløgunum vóru donsk.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir í Føroyum vóru limir í danska fakfelagnum “Dansk sygeplejeråd” til 1988, tá ið “Sjúkrasystrafelag Føroya” bleiv stovnað.

Í 1980’unum var kreppa í Danmark, og lønin hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum stóð tí í stað. Samstundis var hákonjunkturur í Føroyum, og onnur fingu lønarhækkan.

Í 1993, tá ið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar høvdu sítt egna felag, var kreppa í Føroyum. Sjúkrasystrafelag Føroya góðtók tá, saman við fleiri øðrum feløgum, at fara 8,5% niður í løn. Avtalan var, at lønin skuldi vera lægri í eitt ár, men tað skuldu fleiri verkføll til fyri at koma upp á sama støðið sum áðrenn hesa kreppuna.

Skeivleikin í lønunum fylgir okkum enn.  Tað er óhugsandi, at Løgtingið í dag hevði gjørt tann mismun, sum varð gjørdur í 1969, og tað er nú uppá hægstu tíð at rætta hendan mismun. Men hóast hetta heldur Fíggjarmálaráðið fast við skeivleikan. Sjálvt um vit siga, at tað skulu vera javnrættindi í okkara samfelag. At menn og kvinnur er javnsett, at vit hava somu møguleikar, og at vit hava sama virði.

Støðan er læst, og einki bendur á, at Fíggjarmálaráðið tekur støðuna í neyðugum álvara.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi