Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sannlíkt tað mest ljóðleysa skipið í heiminum

Tíðindaskriv | 31/10-2020 18:00

Nýggja havrannsóknarskipið doypt á MEST á Skála í dag. Nýggja havrannsóknarskipið, sum hevur fingið navnið Jákup Sverri, varð doypt á samkomu á MEST á Skála í dag. Talan er um eitt sera framkomið skip, sum er útgjørt til bæði at gera kanningar av havumhvørvinum, fiskastovnum og at gera seismiskar kanningar av havbotninum.

Skipið er sannlíkt tað mest ljóðleysa skipið í heiminum – sambært viðurkendum kanningarúrslitum. Skipið skuldi ætlandi handast í summar, men vegna Korona, og aðrar umstøður, verður skipið handað nú í heyst.

Umframt Korona varð arbeiðið uppá skrokkin í Litava seinkað nakað eins og sleipið til Føroyar var darvað av vánaligum veðri.

Skipið verður handað til Føroya Landsstýrið til avtalaðan prís. Síðani skrokkurin kom til Føroyar í september í fjør hava umleið 80 starvsfólk arbeitt umborð við at fáa skipið gjørt liðugt.

Eitt vælútgjørt skip
Skipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Skipið hevur eina góða motororku og kann hava eina ferð uppá í mesta lagi 15 míl. Víddin umborð er umleið dupult so stór í fermetrum sum á verandi havrannsóknarskipi Magnusi Heinasyni. Tað eru íalt 19 manningarrúm umborð við 13 einkultkømurum og 6 dupultkømurum, umframt sjúkrastovu við 2 sengrum.

Skipið er bygt eftir sokallaða Silent R klassanum, so tað líkur øll krøv til at verða so ljóðleyst sum gjørligt út í sjógvin. Óljóð órógvar jú sum kunnugt fiskin, og tí var umráðandi at seta sjóneykuna á eitt skip, sum uppfyllir øll ljóðkrøv. Skrokkurin, sniðið, skrúvan, motorar og øll útgerð er samansett soleiðis, at tað gevur minst møguligt óljóð út í sjógvin. Skipið er útgjørt við nýggjastu og mest framkomnu tólunum til arbeiði hjá einum framkomnum havrannsóknarskipi.
Skipið er eisini útgjørt við einum serligum søkkikjøli, sum er ein kjølur, sum kann lorast 3 metrar undan kjølinum. Hetta er gjørt til tess at gera so neyvar kanningar sum gjørligt og betra um kanningarúrslitini. Umframt at gera kanningar av havumhvørvinum er skipið eisini gjørt út til at gera seismiskar kanningar.

Bróðurparturin av arbeiðinum í Føroyum
Í byrjanini av september í fjør yvirtók MEST skrokkin í Litava, har skipasmiðjan WBS hevði gjørt skrokkin. Arbeiði at smíða skrokkin tók gott og væl eitt ár og fylgdu serfrøðingar frá MEST alla tíðini neyvt arbeiðinum í Litava. Samstarvið hilnaðist heilt væl og vóru báðir partar nøgdir tá ið skrokkurin bleiv sleipaður til Føroyar í september í 2019.

Seinasta árið hava umleið 80 starvsfólk arbeitt umborð við at fáa skipið gjørt liðugt á MEST á Skála. Talan hevur verið um einar 10-15 ymiskar undirveitarar, umframt fólk frá MEST, sum hevur staðið fyri byggingini. Í handverkaratímum er umleið 1/3 av byggingini farin fram í Litava og 2/3 í Føroyum.

Føroyskar skipasmiðjur góðar førleikar
At Føroya Landsstýrið valdi at gera arbeiði í Føroyum á MEST hevur víst seg at vera ein góð avgerð. MEST vann í kapping við aðrar skipasmiðjur og hevur staðið royndina. Samstarvið millum kundan, Havstovuna, og MEST, sum hevur staðið fyri verkætlanini, hevur roynst serliga væl.

Hetta vísir, at vit í Føroyum duga at standa fyri slíkum verkætlanum – um vinnan fær slíkar
møguleikar.

Vinaliga
P/F MEST


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi