Portugal vrakað lóg um samkensludráp av deyðkomnum
Tjóðartingið í Lissabon samtykti í vár at loyva eutanasi, ‘samkensludrápi’, ið vit kalla medisinskt stuðlað sjálvmorð av deyðkomnum fólkum.
Men so lætt skuldi fyrsta avgerð hjá tingmeirilutanum ikki ganga.
Portugal er katólskt land, sum hevur havt strangar reglur fyri, at vit hvørki taka okkara egna og tá als ikki annara lív. Men mangt broytist, eisini í Portugal.
Portugisiska lógin kravdi eyðvitað haldgóð prógv fyri og medisinska serfrøði til, at samvitskudráp kundi fara fram undir strongum eftirliti og við ongari vón um lív.
Katólska kirkjan og politiskt íhaldin fólk andøvdu hart ímót lógini, ið tó varð samtykt í 5 pørtum og sá út til, at Portugal bleiv eitt av bert 5 londum, ið loyva eutanasi. (Tey eru Luxemburg, Belgia, Holland, Kanada og Columbia.
So varð ein nevnd sett av serkønum á mest viðkomandi økjum, sum skuldi samanskriva tær 5 partslógirnar til eina samskipaða lóg, ið síðan varð løgd fyri forsetan, Marcelo Rebelo, at taka støðu til, at góðkenna ella vraka.
Rebelo er kendur fyri at vera politiskt íhaldin, og mong væntaðu (onnur vónaðu), at forsetin fór at brúka sín sýtingarrætt.
Hin vegin hevur tjóðartingið heimild til at kolldøma veto hjá forsetanum, men so skal onnur atkvøðugreiðsla til at ógilda forsetans avgerð.
Tað óvæntaða hendi: Forsetin ógildaði lógina, og onnur atkvøðugreiðslan í Tjóðartinginum, um forsetans avgerð varð góðtikin ella kolldømd, endaði við, at ein tepur meiriluti, 115 móti 110 tinglimum, valdi at boyggja seg fyri forsetans vilja og veto.
So Portugal gjørdist altso ikki 6. land í heiminum, ið loyvir samkensludrápi ella stuðlaðum sjálvmorði, ið tað eisini eitur, av deyðkomnum fólki.
Mest lisið í farnu viku

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Veðurstøðin til Klaksvíkar

Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Merki vundið á stong í Ísrael

Sprelllivandi sannleiki – úr hebraiskari orðabók

Hvalbiartunnilin: Tveir tunnilsmunnar og hvat so?

Kórið í Christianskirkjuni

Sandur komin í lopgrøv

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 18. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Ebenezer Tórshavn

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Tobbi aftur á tingi

Meginfelag Útróðrarmanna

Tekning til familjulegur 2021

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Hebron á Argjum

Gripsvegur stongdur sunnunáttina 19. apríl

Flogbóltur, galla: Tilnevningarnar til ársins bestu 2021

Lívsverk - Eftirlønargrunnur løntakaranna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











