Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Avrit av samrøðu við Jógvan Jespersen um fiskivinnuna

Andøvsløtan | 01/11-2020 12:00
Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip

SAMRØÐA Í SENDINGINI ANDØVSLØTAN 08.09.2020:

Nú hava nakrar sendingar verið í KVF um makrelmálið, og har verður sagt, at fjarfiskiflotin var ímóti at vit skuldu útvega okkum ein størri part av makrelinum.

Tað er ikki rætt, at fjarfiskiflotin var ímóti, at Føroyar skuldu krevja eina størri makrelkvotu, men fjarfiskiflotin skjeyt upp at brúka eina aðra mannagongd. Heldur enn at fara úr makrelavtaluni í 2010, so ynsktu vit heldur at seta eina stóra royndarkvotu í 2010. Síðan skuldu vit kýta okkum at fiska mest møguligt av makreli í føroyskum sjógvi. So kundu vit møta upp til samráðingarnar í 2011 og við prógvum um, at nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi.

Tað varð náttúrligt at fjarfiskiflotin ynskti at fara varisligari fram, tí í ringasta føri kundi hann missa sítt lívsgrundarlag.


Makrelurin broytti ferðingarmyndstur í nullunum og kom í stórum nøgdum í bæði føroyskan, íslendskan og enntá í eysturgrønlendskan sjógv. Men nú hoyra vit, at hann aftur flytir seg eystureftir.

Vit staðfestu frá miðskeiðis í 0-unum, at makrelurin fyri hvørt ár fór longur norður og longur vestur, tá hann kom norðureftir um summarið at leita sær føði. Nógvur makrelur varð í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og nógvur makrelur var enntá fiskaður í eysturgrønlandi fyri 5-6 árum síðan. Men síðan er hend tann broyting, at makrelurin aftur hevur broytt ferðingarmynstur, og nú ferðast hann aftur meira eystarliga.

Í 2020 er støðan, at ongin makrelur hevur verið í grønlendskum sjógvi, og íslendingar hava bert fiskað góð 40.000 av tilsamans 150.000 tonsum í teirra egna sjógvi. Hini góðu 100.000 tonsini hava teir fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.


Í hesum sendingunum í KVF verður sagt, at teir gomlu rættindahavararnir, sum vóru ímóti at bróta út longu í 2010, hava fingið allan vøksturin í føroysku kvotunu. Hvat sigur tú til tað?

Tað er beinleiðis ósatt, tá formaðurin í Tjóðveldið og fyrrv. formaður í Framsókn siga, at gomlu rættindahavararnir hava fingið allan vøksturin. Hetta umboðar eitt hatur móti teimum reiðaríum, sum hava havt góð úrslit seinastu árini.

Veruleikin er ein annar. Fram til 2009 áttu nótaskipini alla kvotuna av makreli, sum varð lutað út til skipini. Í 2020 fingu nótaskipini 39% av markelkvotuni. 34% fara til aðrar skipabólkar, meðan 17% fara til menningarkvotur, uppboðssølukvotur, vinnuligar royndir og verkætlanir o.t.


Nú er tað ikki øll, sum dáma, at nøkur uppisjóvarsamtøk eru væl fyri fíggjarliga, men aftanfyri hesa sólskynssøguna liggur ein rationalisering av uppisjóvarflotanum.

Tað varð eitt politiskt ynski, um at flotin skuldi tillaga seg uttan almennan stuðul. Tað er hent í nótaflotanum. Tá Felagið Nótaskip varð stovnað í 1976 vóru 21 nótaskip limir í felagnum. Síðan er farin fram ein stór rationalisering av flotanum við at loyvir og skip eru keypt frá teimum, sum ynsktu at fara úr vinnuni ella ikki fingu tað at bera til. Nú eru bert 7 skip limir í Nótaskipum.

Og her er vert at undirstrikað, at allir føroyingar hava havt somu atgongd til at keypa hesi loyvir, sum hava verið til sølu.


Summir búskaparfrøðingar siga, at teir, sum hava vunni pening av makrelinum, eru farnir at leggja alt inn undir seg við at uppkeypa aðrar.

Tað er onki dulsmál, at tey seinastu nógvu árini hava verið góð hjá nótaskipunum, og fleiri reiðarí eru væl fyri fíggjarliga. Tað er rætt at nøkur uppisjóvarreiðarí hava sett pening um botnfiskaflotan og flakavinnuna á landi, men hetta er neyvan gjørt við vinningi fyri eyga, tí raksturin hjá botnfiskaflotanum og flakavinnuni hevur verið sera tungur í fleiri áratíggjur.

Í flestu førum, har uppisjóvarreiðarí hava sett pening í botnfiskavinnuna og flakavinnuna, er tað helst tí tey hava fingið eina umbøn um at veita eina hjálpandi hond.

Høvdu uppisjóvarreiðaríðini ikki havt vunnið pening hesi árini, so høvdu móttøkuvirkini í Fuglafirði og á Tvøroyri ikki verið bygd.

So hvørt sum kvoturnar eru vaksnar, er tørvurin á at fíggja goymslur og debitorar vaksin samsvarandi, og henda upphæddin kann koma upp í 6-700 mió. kr., tá hon er upp á tað mesta. Hetta er í stóran mun eginfígging, tí tað er torført at figgja ein óseldan fisk.


Vit fingu aftur eina nýggja fiskivinnunýskipan 1. januar í ár. Hvat dámar vinnuni hana?

Vinnan hevur sum heild tikið væl ímóti nýggju fiskivinnuskipani, sum kom í gildi 1. januar 2020. Nógv av tí, sum vinnan ikki tók undir í fiskivinnuskipanini hjá undanfarnu samgongu, er tikið burtur.

Tað besta av øllum er, at uppboðssølan er strikað. Hon hevur verið sera órógvandi fyri vinnuna. Eisini er vinnan fegin um, at kvoturnar nú aftur verða knýttar at fiskiførunum. Men tað fer at taka tíð at rudda upp eftir ta órógv, sum undanfarna fiskivinnuskipanin skapti. Úrslitið er, at nú eru eini 80-90 smáar eginkvotur av t.d. makreli eru útlutaðar til skip, sum ikki kunnu fiska uppisjóvarfisk, og so ella so skal hetta skipast øðrvísi í framtíðini.


Við ársskiftið fer Bretland endaliga úr ES, og tað fer at geva okkum avbjóðingar á fiskivinnuøkinum? Hvussu meta tit um framtiðina.

Tað er stór óvissa um framtíðina hjá uppisjóvarvinnuni, og hvat fer at henda eftir 1. januar.

Bretland fer endaliga úr ES 1. januar, og óvist er, hvat fer at henda í fiskivinnusamstarvinum millum ES og UK. Bretland verður eitt nýtt sjálvstøðugt strandaland, og meginparturin av makrelinum og svartkjaftinum hjá ES hevur verið fiskaður í bretskum sjógvi.

Makrelavtalan millum ES, Føroyar og Noreg fer úr gildi 31. desember, og óvist er, hvat so fer at henda. Tó er greitt, at avtalan ikki fer at halda fram í verandi líki, tí ES dettur burtur ímillum sum makrelland.

Føroyar og Bretland hava gjørt eina rammuavtalu um fiskivinnusamstarv, og eftir er at geva hesi avtaluni innihald við eini sínamillum fiskiveiðiavtalu. Enn vita vit ikki, um vit sleppa í bretskan sjógv at fiska makrel og svartkjaft eftir 1. januar.

Vit skulu eisini hava eina nýggja fiskivinnuavtalu við ES, sum verður øðrvísi enn tann verandi, tí fyritreytirnar broytast, tá Bretland fer úr ES.

Samanumtikið er stór óvissa um framtíðina hjá uppisjóvarvinnuni.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi