ST-samtyktin um vápnabannið av Iran útgingið
Eftir at hava livað við einum ST-vápnabanni í 13 ár, hátíðarhelt prestastýrið í Teheran við stórum almennum fagnaði, at nú kann iranska hermegin aftur handla við vápnum, sum henni lystir. Serliga Kina, Rusland og Norðurkorea fáa fyrimun av hesi ógilding av banninum, tí tey selja Iran vápnaútgerð.
Tað vóru eisini Kina og Rusland, ið brúktu sín sýtingarrætt í ST ímóti, at vápnahandilsbannið av Iran varð endurnýggjað eftir 18. okt.
Nú halda mong vinstrahall, at Iran kann venda aftur til teir góðu gomlu dagarnar, tá skapsmuslimurin Hussein Obama oysti prestastýrið í Teheran undir í mia av amerikanskum skattadollars, sum Iran kundu brúka til at fíggja yvirgang kring allan heimin og menna síni egnu kjarnorkuvápn.
Men Trump ógildaði avtaluna hjá Obama við Ayatollah Khamenei longu í 2017, og síðan hevur gingið skjótt aftur á hond við iranska búskapinum, og serliga í 2020, tá oljuprísurin fall á botn og typti einastu inntøkukeldu Irans.
So Khamenei hevur ikki nógv at hátíðarhalda. Teheran hevur hvørki torað at gjørt USA (‘stóra Satan’) ella Ísrael (‘lítla Satan’) minsta mein í ár. Trump sprongdi jú handa uber-terroristin, Quasem Suleimani, hjá prestastýrinum heilt niður til Allah í januar í ár.
Iran hevur verið harðast rakta land í Miðeystri av Wuhan-virusinum.
Men størsti trupulleikin hjá hesum miðaldarstýri er búskapurin. Í 2015 kostaði 1 dollari 32.000 iranskar ‘rialar’ á opna marknaðinum. Í dag noyaðast iranar at gjalda 8 ferðir so nógv, 260.000 rialar, fyri 1 dollara, smbr. StrategyPage.Com
Henda inflatión, t.e. minking í keypiroku, minnir um neyðina í sosialistiskum ‘paradísum’, Venezuela og Zimbabwe, har gerandisdagurin er eitt heljarhol. Prestastýrið, Islamski Rættvísisflokkurin og Iranski Kollveltingarherurin siga seg umboða tann hægra moralin hjá Allah og Muhammed, men eru rotnir inn á mergin av korruption og vanstýring av øllum landinum, har alt er ruðuleiki.
Iranska fólkið hevur langt síðan fatað landsins armóð. Til tjóðartingsvalið í vár vrakaðu ovastu ayatollarnir helvt av teim 14.000 valevnunum og 90 limir í parlamentinum, ið vildu stilla upp, av listunum og loyvdi bert sínum egnu. Valluttøkan var hareftir, bert 42% kring landið og 25% í Teheran atkvøddu.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Sildarok í 1941
Strandarlandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur