Mikið stríð herjar London um nýggja mosku í Picadilly
Muslimar gevast ikki at troka sína turkatrúgv inn á fólk við aðrari (serliga kristnari) trúgv, so Islam vinnur fram í Vestanlondum, og kristnin viknar.
Tað gav at býta, tá Saudi Arabia beyð sær herfyri sum tekin um spekt og sóma at gjalda fyri og byggja nýggja mosku dygst við, har Twin Towers, World Trade Center, stóð í New York, áðrenn svakir islamar løgdu tað í oyði.
Hussein Obama stuðlaði hesum vakra ‘friðartanka’ og semjusøkjandi tilboð frá sínum trúarfeløgum í Miðeystri. Sosialistiski borgarstjórin í New York mælti eisini til at byggja mosku. Men onnur skilafólk avvístu blankt og vunnu. Eingin moska í nánd av staðnum, har islamar drupu 3.000 ósekar amerikanar.
Nú hevur strið tikið seg upp um eina mosku mitt í London. Ein ætlan um at brúka part av tí stóra Trocadero bygninginum á sjálvum Picadilly Circus til mosku hevur øst onglendingar og serliga londonbúgvar upp ímóti ætlanini.
Ein muslimskur ríkmaður, Asif Aziz eigur bygningin og hevur søkt Wesminster býráð um loyvi til at umbyggja veghæddina i bygninginum. Grundhæddin hevur staðið ónýtt síðan 2005.
Muslimski ríkmaðurin ynskir at brúka hæddina til mosku til ‘at tæna islamska samfelagnum og annars øllum øðrum trúarbólkum til nýtslu, ymisk ítrív og annars øll til at taka sær av løttum.
Tá umsóknin frá Aziz til býráðið í Westminster lendi úti á eini heimasíðu, regnaði inn til býrðaðið við mótmælum, ið fevndu frá veikum útsøgnum, sum at miðbýurin í London hóskar ikki til Islam, at Islam er ikki átrúnaðurin í Onglandi (hvør annar hann so enn er), til at ein moska á Picalilly Circus uttan iva fer at fáa LGBTQ-fólk, sum halda til í hópatali í Soho, at føla seg ótrygg.
Um nakar kennir seg tryggan ímóti Islam í London, so skulu vit minna á, at yvirborgarstjórin í býnum, sjálvur Lord Mayor, eitur Sadiq Khan, er sosialistiskur muslimur (nokk óneyðugt at nevna bæði orðini), og at 55% av íbúgvunum í London eru ikki fødd í Onglandi men í øðrum londum.
So hetta er neyvan tað seinasta, vit hoyra um nýggja mosku í Picadilly Circus.
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Rætturin at verða gloymdur

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Hátíðarhald á Lambareiði

Kykir rekamenn

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Niðursetumenn á Morskranesi

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

City Church Tórshavn

Sjónband: Ein nýggj byrjan

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Trivnaðarsamskipari er settur

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Stongsul á Marknagilsvegnum vegna asfaltarbeiði

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











