Putin spælir hund í Evropa við sama lag
Vladimir Putin, hevur verið og verður nú politiski leiðari Ruslands fyri lívstíð. Putin valdi sjálvur í vár eina 75 manna nevnd, ið samtykti at geva verandi leiðaranum lívlangt órin, so hann við grundlógartryggum rætti ikki kann stevnast fyri nakran dómstól fyri brotsverk, hann hevur gjørt í politikki.
Smbr. verandi stýrisskipan endar forsetaskeið Putins í 2024. Men nevndin, sum hevur tryggjað honum lívlangt órin, er í holt við at broyta reglurnar um valdsskipania, so Putin fær nýggjar heimildir til at virka sum myndugleiki oman fyri komandi forsetar, forsætisráðharrar og tjóðartingið, Duman.
Putin hevur nýliga verðið ákærdur fyri at misnýta sítt vald til at kradda sær og skutilsveinum 100-tals mia í dollaravirði við at útnytta politikk og búskap.
‘Putin er tjóvur’ ljóðar nýtt rakstrarróp til allar politiskar mótmælisfundir. So tað hevur skund hjá hesum russiska valdsgessi at blíva diktator fyri lívstíð.
Søgan hevur annars sæð størri vandar fyri heimsfriðinum enn Putin. Men lúshundurin hevur kostað mongum mótstøðumanni heilsu og lív. Armur hansara røkkur kring allan heim, tá um ræður at eitra mótstøðumenn.
Í summar avdúkaði borgarstjórin í Prag, at hann mátti hava politiverju, tí russiskir ørindarekar lógu honum eftir lívinum við eituri. Kekkiska avísin Respekt sigur orsøkina vera, at býráðið í Prag hevur lopið øði í Kreml við at geva torginum uttan fyri russisku sendistovuna nýtt navn, Nemsov Torgið eftir tíðindamanninum, sum Putin sigst fekk eitraðan, so hann er tagnaður.
Í Týsklandi er Angela Merkel á rokinum um, at russiska hermegin, GRU, hevur sníkt seg inn á týskar stjórnarteldur og stolið hóp av persónligum og loyniligum upplýsingum (Merkelsa íroknað), meðan telduskipanin í Bundestag í Berlin lá lamin, og alt steðgaði upp. (Somu sníkar sum Dems í USA í 2016).
Trump kann vera meinfýsin, tí hann hevur ávarað Merkel ímóti at forsøma týskar NATO-herskyldur og at gera Týskland heft at russiskari olju og gassi.
Annars er russiski búskapurin heimsins bert 11. størsti, bert á leið sum tann suðurkoreanski, helvt av tí týska og 1/3 minni enn tann bretski, franski og italski. Men Rusland eigur nógv kjarnorkuvápn. Tey koma væl við í Fjareystri, har Putin verjir Sibiria ímóti øllum royndum hjá Kina at gera seg galdandi har.
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið mikukvøldið 10. mars kl. 19.00

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Bankaræning skal steðgast

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Hátíðarhald á Lambareiði

Í dag kl. 14 sendir Radio.fo LIVE úr Sandavági

Niðursetumenn á Morskranesi

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











