Endiliga er javnstøða millum menn og kvinnur sum ‘butlarar’
Nú frættust tey forvitnisligu tíðindi úr Bretlandi, at líka nógvar kvinnur sum menn læra hetta serliga bretska yrkið, ið kallast ‘butler’ ella ‘valet’.
Tá vit hoyra kravið um meiri javnstøðu millum kynini hevur tað til endamáls at kúga menn og at hevja kvinnur. Javnstøða snýr seg uttan undantak um, at ‘óndir, gamlir, hvítir, hinskyndir, rasistiskir familjumenn’ víkja fyri kvinnum, serliga í hægri, tignarligari, betur løntum, almennum, leiðandi størvum.
Tað kemur ikki fyri, at femin(az)istar krevja, at kvinnur skulu fáa javnrætt við menn á fiskiskipi, tí tað líkist ongum, at bara menn skulu hava tann forrætt at draga við línuspælið á rullandi bátadekki ella at heysa við rullubandið á einum trolara í Barentshavinum við 10 metra høgari aldu í vetrarmyrkri 24/7.
Eingin kvinna sæst uppi í einum 40 fóta trailara við laksi á veg til Havnar í 90 km ferð, tí Norrøna ella Mykines siglir kl. 9 pronto eitt fríggjakvøld til Evropa. Hví krevja kvinnur ikki javnrætt við menn, tá tað snýr seg um at stýra einum Komatsu grabbara í eini havnargerð ella útstykking, og tá bara menn smíða í stiga ella liggja á knæ og leggja brúgvasteinar í eina rundkoyring á Hvítanesi.
Eiheldur krevur nakar javnstøðu, tá tað snýr seg um, at fleiri menn skulu manna hvít, rein og heit størv á sjúkrahúsum og royndarstovum, ella tá tað ræður um at fylla almennar og privatar skrivstovur við glampandi amaturum í erva ella í stovuhita við teldurnar á landsins skrivstovum.
Men uppgevið ikki, tit kvinnur og menn, ið ynskja meiri javnstøðu. Á hægri skúlum eru nú 2/3 av øllum næmingum kvinnur og bert 1/3 menn. So tað verða skjótt mest kvinnur, ið manna (orsaka orðavalið) landsins størv sum løgfrøðingar, læknar, sálarfrøðingar, lærarar, magistarar, granskarar, ferða- og stovnsleiðarar, fulltrúar, arkitektar og so (kanska) teldu- og verkfrøðingar. (Løgið, at so fáar kvinnur eru teldu- og verkfrøðingar... Tað er ikki genetiskt?).
Eitt yrki er so enskt sum nakað, og tað er at vera ‘butlari’ ella ‘valet’. Higartil hava allarmest menn verið ‘butlarar’ og ‘valets’, t.e. hústænarar. Tað ber til at fáa útbúgving á t.e. The British Butler Institute’ at gerast fullkønur í hesum krevjandi yrki sum hústænarar, ið skulu duga alt í gistingar- og vælahúsum.
Nú frættist, at líka nógvar kvinnur sum menn hava søkt inn á The British Butler Institute. Íblásturin hava kvinnurnar fingið í SV-røðini Downton Abbey.
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Norrøna fær eitt facelift

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Pison komin á Klaksvík.

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Hvat kostar rein samvitska?

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Møtið í dag, 10. januar kl. 12.00, verður netvarpað
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











