Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Lat landslæknan gera tað hann er best til - og sakførarar tað teir duga best

Innanlands | 04/11-2020 05:54

Hetta haldi eg lítið um. Tvørturímóti haldi eg, at toymi hjá landslæknanum hevur taklað corona-fyribyrgingina fyrimyndarligt seinastu tíðina. Tá útbrot hava verið, eru bert fáir dagar gingnir til tamarhald er á støðuni. Verandi stýring sær tí út til at rigga fínt.

Skilji nú væl, at man sum sakførari heldur ynskir lógir enn álit, men lat nú landslæknan gera tað sum hann er best til, so kunnu sakførarar og vit onnur gera tað, sum vit duga best.

Tað skrivar Símun Hammer á facebook-vanga sínum. Hann sipar til skrivið hjá Christian Andreasen

Hvat ætlar landsstýrið?

Europa er aftur komið í brennidepilin av herviligu koronasmittuni. Smittutølini eru sera høg og tíverri hækkandi. Ongland, Spania, Týskland, Frakland, Danmark og fleiri onnur lond í Europa eru í holt við at steingja samfeløgini aftur. Talið av sjúklingum á intensivu deildunum veksur hvønn dag.

Var talan um eina bylgu í vár, verður støðan nú roknað sum sunami.

Tølini eru so høg, at serfrøðingar stúra fyri, at fleiri lond í Europa fara at missa tamarhaldið á smittuni, og at sjúkrahúsverkini kring alt Europa fara at hokna undan byrðuni.

Í Føroyum hoyrist einki um nøkur tiltøk.

Líkasæla
Vit liva næstan sum í eini aðrari verð. Politikkurin er, at vit skula vísa fólki ábyrgd, og strategiin er framvegis at stýra landinum gjøgnum eina møguliga nýggja koronakreppu við tilmælum.

Hetta tykist bakvent – farnu tíðina er vorðið alsamt meira greitt, at færri og færri tilmæli tíverri verða fylgd.

Fólk eru troytt av hesum tiltøkum, líkasælan tekur yvir og fólk stúgva seg saman, sum var ongin koronasmitta.

Tá farsóttin kom til landið ætlaði landsstyrið at biðja løgtingið um at samtykkja broytingarnar í donsku smittulógini. Politisk undirtøka var tó ikki fyri uppskotinum í landsstýrinum, og tí var leiðin vald at stýra landinum við tilmælum. Smittúlóggávan bleiv løgd á hillina. Og tíbetur komu vit væl gjøgnum fyrstu koronuatsóknina.

Tað einasta sum politiskur meiriluti hevur verið fyri, er at gera broytingar í matstovulógini, so vinnumálaráðharrin fær møguleika at steingja barrir og matstøð áðrenn kl. 02 á nátt. Viðmerkjast skal, at hesin lóggávuháttur er beinleiðis í stríð við heimastýrislógina.

Ongar heimildir
Politiski myndugleikin hevur valt at havna broytingunum í donsku smittulógini at galda í Føroyum, lóg, sum gevur myndugleikunum rættuliga víðar heimildir, sum valla hóska til føroysk viðurskifti.

Alternativið er, at vit yvirtaka smittulóggávuna, men heldur ikki hesum er undirtøka fyri. Tekniskt er yvirtøka bert eitt avgreiðslumál, og so kann landsstýri og Løgtingið samtykkja neyðugar herdar reglur, sum hóska til føroyska til samfelagið.

Sum støðan er, hevur tað almenna ongar heimildir, skuldið smittan fingið fastatøkur millum okkum. Hendir tað, so verður tað ein ólukka.

Eg eri vitandi um, at farsóttanevndin hevur heitt á landsstýrið um at útvega myndugleikunum neyðugar heimildir, men uttan úrslit.

Tað hevur jú gingið væl higartil.

Spurningurin er tó, hvussu leingi fer hetta at ganga?

Serfrøðingur siga, at væleydnaða niðurberjingin higartil er undantak frá høvuðsregluni, tí fær korona veruliga fastatøkur millum manna, so er stórur vandi fyri, at vit missa tamarhaldið.

Og enda vit har, so má samfelagið aftur steingja, soleiðis sum bleiv gjørt í mars.

Hvat er so til ráða at taka? Skal landsstýrið framhaldandi bypassa parlamentarisku skipanina?

Einføld tiltøk
Mín áheitan er tí enn einaferð á landsstýrið – fáið fatur á heimildunum, setið virkin tiltøk í verk, so vit sleppa undan at koma í somu støðu, sum londini í Europa eru endað í.

Ikki minst nú vit nærkast jólum og hópurin av føroyingum fara at koma heim at halda jólafríð.

Tað ber ikki til at lata sum einki, har úrslitið lættliga kann gerast, at alt tað, sum vit higartil hava nátt í koronaniðurberjingini, fer fyri bakka. Tað er sanniliga ikki klókt av okkum.

Tað góða er, at tað í veruleikanum bert skulu einføld tiltøk til, fyri effektivt at forða smittuspjaðin.

Hesi eru:

- At áseta heimasóttarhald í 6 dagar fyri ferðafólk, sum koma til landið.

- At áseta tvungna koronatest 6. dagin eftir komu.

- At tryggja heimild er fyri at steingja matstovur, barrir, at seta bann fyri, at ov nógv fólk savnast saman, soleiðis at myndugleikarnir fáa greiða lógarheimild at seta slík neyðug tiltøk í verk, skuldi smittan aftur gjørt um seg.

Hesi einføldu tiltøk, saman við eini effektivari teststrategi og  smittuuppsporan, fer at veita trygd fyri, at vit koma væl gjøgnum vetrarmánaðirnar. Nú er kanska ein vaksina á veg, og tí er uppaftur meira týdningarmikið, at vit forða fyri, at smittan aftur kann breiða seg í Føroyum.

Endamálið er, at vit framhaldandi kunnu halda samfelagið opið, og ikki noyðast at fylgja restini av Europa, har alt verður meira ella minni lukkað.

Loysnirnar eru hjá okkum - landsstýrið, Løgtingið og heilsumyndugleikunum.

Taka vit ikki røttu avgerðirnar, so kunnu vit skjótt enda í støðu, har tamarhaldið á koronu er fokið.

Og tað ber ikki til.

Christian Andreasen, løgtingsmaður

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi