Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

BACALAO – VIT ERU KLÁR AT TAKA NÆSTA STIG

Innanlands | 04/11-2020 07:55

Felagsskriv frá Fjallasúkklufelagnum, Klintrifelagnum, Skatefelagnum, Styrkifelagnum, Parkour felagið, Tórshavn Brazilian Jiu-jitsu og Styrkisambandinum.

Tað er stór gleði í at hyggja inn í tvær av gomlu frystihallunum á Bacalao. Onnur hýsir einari skatingbreyt, og hin einari klintrihøll. Kommunan tók eitt varligt stig fyri nøkrum árum síðani, og lovaði feløgunum fyri klintring og skating inn í gamla virkisbygningin at byggja sær fasilitetir. Tað hava tey gjørt við góðum huga og takksemi fyri møguleikan. Nú er tíð at flyta seg frá royndarverkætlan til veruliga heildarætlan.

Sera umráðandi er nú at byggja á tað, sum er í gongd, og at leggja tað afturat, sum mest náttúrliga kann vaksa saman og styrkja hvørtannað.

Ein felagsfrontur er við smærri ítróttar- og rørslugreinum, ið er klárur at byggja á verandi og taka næsta stig. Her er orka og førleiki at byggja á. Eitt næsta stig kundi verið at innrætta aðru hædd lidna.

Beint við klintrihøllina, er ein stór høll, vælegnað til súkkling, og onnur høli, góð til styrkivenjing, parkour, stríðsítrótt og aðra rørslu, ið krevur pláss. Økið er ideelt, har er eitt náttúrligt flow, har eru hugnakrókar og tad nytist ikki at vera heitt. Gamli “rustikki” virkisstílurin skapar serligan stemning. Tað skal ikki so nógv annað til enn at gera góðar rýmingarleiðir og neyðuga brandverju fyri at fara í gongd. Skiftirúm, brúsur, vc eru longu har.

Sleppa vit í holt við at gera stóru rúmini í Bacalao um eftir okkara áhuga, kann heilt skjótt ein veruligur rørsludepil vera veruleiki. Og tá tosa vit ikki bert um at okkara limir fáa eitt stað at íðka, men um eitt stað, har øll børn og vaksin kunnu koma at spæla, styrkja seg og seta sær avbjóðingar. Margarinfabrikkin, ungdómshúsið hjá Tórshavnar kommunu, er longu ein partur av samstarvinum á Bacalao, serliga innan parkour, súkkling og skating. Tað er eyðsýnt at fyrimunir eru í at útbyggja hetta samstarvið. Hølini gerast soleiðis eitt náttúrligt ungdómshús.

Í hesum bygningi eru nógvar vikulønir forvunnar, og hann hevur havt stóran týdning fyri havnafólk. Ein innbygd virðing er í veggjunum. Henda virðing kann koma til sjóndar aftur, hesa ferð, tí Bacalao verður staðið, sum gevur fólki ta lívsgleði og orku, tey fáa við at spæla og íðka. Vit eru til reiðar at vera ryggurin í tí nýggja Bacalao-deplinum!

TØRVURIN Á RØRSLU
Rørsla er góð fyri heilsuna, fyri kropp og sál. Tíverri er tað so, at stórur partur av børnum og ungum røra seg alt ov lítið. Kanningar vísa, at 3 út av 4 børnum, sum koma í skúla, eru ov lítið ment motoriskt. Ein orsøk er at undirhald og samskifti á skíggjum fyllir meira og meira, og nátúrliga spælið í fysiskum felagskapi úti minkar. Ein onnur orsøk er, at tey, ið ikki finna seg til rættis í traditionellum ítrótti sum fótbólti og hondbólti, v.m. detta niður ímillum. Okkum manglar alternativar møguleikar.

Og hesir møguleikar eru í veruleikanum so beint framman fyri okkum. Ein rørsludepil á Bacalao ger tað møguligt at hava spæl og venjing hvørt um annað, og tað fer at bera til at fáast við nógva ymiska venjing heldur enn at velja einstaka ítróttargrein.

Ítróttargransking vísir, at besta ungdómsvenjingin er at venja fjølbroytt. Tey, ið venja grundleggjandi fimi og styrki,blíva betri til annan ítrótt. ÍSF skipaði í fjør fyri áhugaverdum tiltaki um børn og týdningin av at venja ymsar ítróttir heldur enn at spesialisera seg. Fremstu venjarar og serfrøðingar okkara innan ítróttarkunnleika vístu á týdningin av fjølbroyttari venjing hjá børnum við fokus á rørslugleði heldur enn at servenja ov tíðliga. Til dømis vísa royndir úr Suðuroy, at børn, ið hava íðkað parkour, vera betri fótbóltspælarar.
HVAT ER SO STIG 3?

Tá ryggurin, sum vit halda eigur at vera hetta samtakið av rørslu- og ítróttarfeløgum, í Bacalao fyrst er lagdur, verður hugaligt at lata annað leggjast afturat og vaksa fram. Upplagt er at smá matstøð fáa innivist, kanska í einum fjølbroyttum felagsskapi, sum vit t.d. síggja á Refshaleøen í Keypmannhavn. Ein røð av tómum skrivstovum eru at finna í bygninginum. Upplagt er at lata smáar fyritøkur leiga tey.

At leggja frítíðarvirksemi og mentan soleiðis beint upp at livandi vinnuni – skipasmiðjuni, landingarmiðstøðini, fiskiskipum – er eitt spennandi hugskot. Grannin hinumegin er Sjóvinnuhúsið, har íverksetarar og Setrið húsast. Okkara ætlan liggur væl her, kemur afturat í samanrenningini.

So mangt kann spyrjast burturúr, um kommunan nú letur hurðarnar upp og lovar fólki við orku og hugskotum til verka. Tess meiri virksemi er, meiri legst afturat. Og upplagt er at byrja við fólki og feløgum, sum longu hava víst, at tey eru fús at fara í holt við okkurt nýtt, og tora at gera tingini øðrvísi enn vani og siðvenja siga. Og – ikki minst, hava víst, at tey vilja standa saman! Vit, feløgini, sum standa undir hesum skrivi, hava søkt kommununa um at vit øll fáa innivist á Bacalao. Vónandi fáa vit eitt ja, og vónandi fer nýggja býráðið – uttan mun til, hvør fer at sita har – at síggja virðið í at lata okkara samstarv sleppa inn í bygningin og seta veruligt lív í hann.

Við kvøðu
Fjallasúkklufelagið v/Helga Winther Olsen
Klintrifelagið v/Gunnar Poulsen
Skatefelagið v/Ólavi Thorsteinsson
Styrkifelagið v/Róa Hjaltalin
Parkour v/Óðinn Katrinarson Johansen
Tórshavn Brazilian Jiu-jitsu v/Luis Pellecer Jr.
Styrkisambandið v/Heina Hátún


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi