NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini
NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini. Kæran hjá EBS/Skála um longdu leiktíðina í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk ikki viðhald í Aganevndini
NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini
Tá vanliga leiktíðin í fjórðingsfinaluni millum EBS/Skála og NSÍ var av, var støðan 1-1, og farið varð tí til longda leiktíð. Hendan varð av dómaranum ásett til 2×10 minuttir, tí hetta var í tráð við ásettu kappingarreglur á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. NSÍ skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini og vann harvið dystin 2-1.
Eftir dystin kærdi EBS/Skála longdina á longdu leiktíðini, tí siðvenja er at spæla 2×15 minuttir longda leiktíð í vaksnamannadeildum. Niðurstøðan hjá Aganevndini er tó, at dómarin í dystinum hevur fylgt kappingarreglunum, og gongur tí ikki kæruni á møti. Aganevndin vísir tó samstundis á, at ósamsvarið í verandi kappingarreglum fyri steypakappingina hjá kvinnum verður lúkað burtur við skjótasta høvi. Allur kæruúrskurðurin í málinum sæst her.
Sostatt er nú staðfest, at NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini, har tær skulu spæla ímóti B36. Í hinari hálvfinaluni hittast KÍ og ÍVB. Hálvfinalurnar verða spældar á uttanveltaðum vølli leygardagin 14. november, og steypafinalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november.
Kæran hjá EBS/Skála um longdu leiktíðina í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fekk ikki viðhald í Aganevndini
Tá vanliga leiktíðin í fjórðingsfinaluni millum EBS/Skála og NSÍ var av, var støðan 1-1, og farið varð tí til longda leiktíð. Hendan varð av dómaranum ásett til 2×10 minuttir, tí hetta var í tráð við ásettu kappingarreglur á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. NSÍ skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini og vann harvið dystin 2-1.
Eftir dystin kærdi EBS/Skála longdina á longdu leiktíðini, tí siðvenja er at spæla 2×15 minuttir longda leiktíð í vaksnamannadeildum. Niðurstøðan hjá Aganevndini er tó, at dómarin í dystinum hevur fylgt kappingarreglunum, og gongur tí ikki kæruni á møti. Aganevndin vísir tó samstundis á, at ósamsvarið í verandi kappingarreglum fyri steypakappingina hjá kvinnum verður lúkað burtur við skjótasta høvi. Allur kæruúrskurðurin í málinum sæst her.
Sostatt er nú staðfest, at NSÍ er víðari í hálvfinaluna í steypakappingini, har tær skulu spæla ímóti B36. Í hinari hálvfinaluni hittast KÍ og ÍVB. Hálvfinalurnar verða spældar á uttanveltaðum vølli leygardagin 14. november, og steypafinalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Is Fake News a Myth?

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Louisa 30 ára starvsdag

Sjey nýggir býráðslimir

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











