BRØÐRASAMKOMAN 140 ÁR - 15 ár uttan ítøkilig úrslit!
Leygardagin 31. oktober eru 140 ár liðin síðani fyrsti dópur innan brøðrasamkomuna í Føroyum fór fram, og um tað mundi byrjaði regluligt samkomuvirki í Tórshavn, sum skjótt spreiddi seg um alt landi. Skotski trúboðin William Gibson Sloan, sum á fyrsta sinni kom til Føroyar í 1865 at prædika evangeliið, virkaði her á landi í 15 ár áðrenn hann sá tað fyrsta veruliga úrslitið av sínum arbeiði.
Við tí primitiva ferðaneti, sum tá var, ferðaðist hann um alt landi, har hann undir húsahornum og inni í roykstovum sang og kunngjørdi evangeliið fyri bygdafólkinum.
Tey fyrstu árini búsettist hann ikki í Føroyum, men ferðaðist nógv millum Føroyar og Hetland, sum eisini var hansara evangeliska virkisøki. Men seinni sá hann tað vera neyðugt at festa búgv í Føroyum.
FYRSTI SALUR Í FØROYUM
Í 1879 byggir Sloan møtisal í Havnini. Hetta er á Tinghúsvegnum, beint yvir av Tinghúsinum ella har Klubbin og Havnar Bio eru í dag. Hann gav salinum navnið Ebenezer, men millum manna varð salurin róptur Sloans-salur. Hetta var fyrsti evangeliski møtisalur í Føroyum. Nú kundi Sloan hava reglulig evangelisk møti og sunnudagskúla í egnum hølum í Havn, men enn væntaði regluligt samkomuvirki innan brøðrasamkomuna í Føroyum.
Sloans salur við Tinghúsvegin. Sloan gav honum navnið EBENEZER, men millum manna var hann bert kendur sum Sloans salur.
“HEIMSKENDIR” SMÁDREINGIR
Ímillum smádreingirnar, sum komu í sunnudagsskúla hjá Sloan, vóru brøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus og Kristin í Geil. Sannlíkt er, at smádrongurin William Heinesen eisini er komin har. Hetta var fyrsti sunnudagsskúli í Føroyum, og hann hevur hildið á líka til í dag, og er framvegis í Ebenezer, sum er framhald av Sloans Sali. William Gibson Sloan innrættaði sær íbúð í salinum, har hann húsaðist einsamallur inntil hann giftist.
FYRSTI DÓPUR
Leygardagin 31. oktober eru ár liðin síðani fyrsti dópur innan brøðrasamkomuna í Føroyum fór fram. Sunnumorgunin 31. oktober í 1880 fór ein tilburður fram í Havn niðri við ósan og sandin á Eystaru vág, tað sum vit í dag kalla “á Kongabrúnni.” Tveir menn fara gangandi út eftir sandinum og vaðandi út á sjógv. Annar er kendi Havnamaðurin Andrias Isaksen, vanliga róptur Dia i Geil, og hin er enskur trúboði, sum starvaðist eitt skifti í Føroyum saman við Sloan.
Dia í Geil var komin til persónliga trúgv, og nú ynskti hann, eftir síni egnu persónligu játtan av trúgv at lata seg doypa sum sín persónliga vitnisburð um deyða og uppreisn Kristusar. Tað var hesin enski trúboðin, sum doypti Dia henda sunnumorgunin, tí Sloan var ikki staddur í havn um hetta mundi.
Hetta sum fór fram á Eystaru vág í Havn hendan sunnumorgunin 31. oktober í 1880 vakti mikla øsing millum fólk, bæði í Havn og um alt landið, men við hesum byrjaði tað regluliga samkomuvirki hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum, sum gjørdist størsta frísamkoma uttan fyri fólkakirkjuna. Sostatt eru tað 140 ár í november mánaða, at brøðrasammkoman byrjaði sítt fasta og regluliga samkomuvirki í Føroyum.
Tvær bøkur eru skrivaðar um William Gibson Sloan, ein á føroyskum, ein á enskum og ein av fyrstu døgunum kemur bók út á týskum máli um Føroya-Trúboðaran William Gibson Sloan.
William Gibson Sloan (Gamli Sloan) 04.09.1838 - 04.09.1914
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











