Leyvsalastevna í Kelduni í Skálabotni - ein av størstu jødisku høgtíðunum!
Leyvsalastevna varð hildin í Kelduni 3. oktober 2020, har Símun Absalonsen, Bjørgfinnur Heinesen og Svenning av Lofti høvdu fyrilestrar við støði í søgu Ísraels. Stevnan hevur verið send í Lindini.
Fyrilesturin hjá Svenning av Lofti bar heitið
”Brot úr søgu Ísraels og jødanna 1917-1948.”
Í fyrilestrinum greiddi Svenning frá Balfour-yvirlýsingini, har bretska stjórnin, gevur jødiska heimsfelagsskapinum lyfti um, at Bretland stuðlar ynski jødanna um eitt jødiskt heimland í gamla jødalandi.
Svenning greiddi frá um turkiska heimsveldi, sum fevndi um alt miðeystur og norður í Evropa. Somuleiðis greiddi hann frá teim túsundtals jødunum sum komu til gamla heimland teirra árini 1917-1948 og bæði frammanundan og eftir hetta tíðarskeið.
Í fyrilestrinum varð sagt frá hvussu núverandi kongadømi Jordan varð býtt frá í 1922 til at gerast ogn arabara burturav og at eingin jødi slapp at búseta seg í landaøkinum eystan fyri ánna Jordan, sum var ein partur av upprunaliga stór-ríki jødanna á døgum Dávids og Salomos.
Svenning greiddi eisini frá ymsum politiskum stevnum og fundarvirksemi, ið vóru um Miðeystur 1917-1948, í samband við sundirbýting av landaøkjum í Miðeystri eftir sigur teirra sameindu á turkiska ríkinum í fyrra heimsbardaga 1914-18. Hesar umrøddu stevnur og fundir vóru:
-Stevnan í San Marinu í Italia
-Hvítabókin hjá Churchill, enskum hjálandaráðharra í 1922
-Niðurstøðan hjá ensku Peel-nevndini 1937
-Hvitabókin hjá MacDonald, enskum hjálandaráðharra í 1939
Svenning greiddi eisini frá, at felag Sameindu Tjóða býtti gamla jødaland sundur millum arabar og jødar í 1947 – og at arabar ikki góðtóku sítt tillutaða landaøkið, meðan jødar góðkendu landaøkið, ið teimum var tillutað í gamla heimlandi teirra, og stovnaðu ísraelska státin á hesum ST-góðkenda landaøki teirra hin 14. mai 1948.
Símun Absalonsen hevði fyrilestur um profetiska, søguliga og mentunarliga týdningin í høgtíðum jødanna og Bjørgfinnur Heinesen legði fram søgu Jødanna.
Leyvsalastevnan í Kelduni varð fyriskipað av føroysku deildini hjá Altjóða Kristiligu Sendistovuni í Jerusalem, (ICEJ). Bjørgfinnur Heinesen er formaður í føroysku deildini. Orsaka avmarkingar vegna korona var luttakatalið avmarkað til 100 fólk.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur