Lýsing av "Atlantic Mission" - ein Norður-Atlants missión!
Vit hoyra stundum í fjølmiðlunum navnið Atlantic Mission. Tað kundi verið, at tað er onkur, sum spyr hvat Atlantic Mission er.
Atlantic Mission er ein trúboðarafelagsskapur, sum varð stovnaður í 2011. Tað var Evangelisturin Svenning av Lofti, sum upprunaliga kom við hugskotinum, ið hann legði fyri sínar nærmastu samverkafelagar. Stutt eftir var felagsskapurin stovnaður undir navninum ATLANTIC MISSION.
Longu sama ár varð missiónsferð gjørd til Hetlands. Missiónsferðir hava verið gjørdar á hvørjum ári síðani 2011 til støð sum Hetland, Orknoyar, Hebridurnar, oynna Mull, Skotska Meginlandi, Eysturlandi í Íslandi og norsku oynna Bømlo. Í 2014 var ferð gjørd sunnanfjørðs í Føroyum, tá vitjað varð í Nólsoy, Hestoy, Sandoy og Suðuroy, og í ár hevur Atlantic Mission vitja norðanfjørðs í Føroyum.
Í upprunanevndini sótu Svenning av Lofti leiðari, Hjørleif Vang, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni og Poul Jóhan Djurhuus. Seinni er Ruth Gaardlykke komin við í nevndina. Í dag, 2020, sita hesi í nevndini: Svenning av Lofti, leiðari, Jógvan Páll Sevdal, Poul Jóhan Djurhuus og Ruth Gaardlykke.
JUVEL II
Tá man hevur valt at nýta navni ATLANTIC MISSION, so er tað tí, at endamálið er at náa grannalondini og grannaoyggjarnar í Norður Atlantshavi. Til hetta endamáli hevur Atlantic Mission notið rúma vælvild frá teimum, sum varða av skipinum Juvel II, tá nevndin á hvørjum árið hevur fingið loyvið at brúka skipið í tríggjar vikur, tá skipið annars liggur stilt.
At evangelisera við einum skipi er nakað heilt serligt, sum man ikki upplivir á anna hátt. Tað er ein tættur felagsskapur umborð millum manningina. Skipið vekur ans, har tað kemur til bryggju, og inniber stórar møguleikar at bjóða fólki umborð. Møguleiki er fyri andaligum virksemi bæði umborð og út frá skipinum. Skipið er ein tryggur og arbeiðsligur grundbasi, meðan tiltakið (verkætlanin) fer fram.
Hesi 10 árini, ið Atlantic Mission hevur virkað við Juvel II, hevur missiónin nátt ikki so lítlan part av sínum landafrøðiliga kalli, og mong menniskju eru nádd við orðinum bæði umborð og út frá skipinum. Eitt stórt tal av vaksnum og børnum hava stigið um lúnningina á Juvel II, sum hava fingið eitt gott orð, ein góðan drekkamunn og góðan felagsskap seinastu 10 árini.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Is Fake News a Myth?

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Louisa 30 ára starvsdag

Sjey nýggir býráðslimir

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











