Ein marknapeli - 500 tíðindainnsløg
Kristiliga Tíðindasendingin mikudagin 28. oktober var ein markapeli, tá hetta var sending nr. 100. Tað var mikudagin 06. januar 2016 kl.15:00, at sendingin fór í luftina á fyrsta sinni, og var sostatt sending nr. 1. Hetta var í útvarpshølunum, sum R7 tá hevði í Saltangará.
Tíðindainnsløgini í hesi allarfyrstu sendingini vóru seks í tali, og tað allar-allarfyrsta tíðindainnslagið í Kristiligu Tíðindasendingini var um árligu GLS-Leiðsluráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum skuldi verða longu nýggju dagar seinni.
Vit hoyra nú eitt brot frá tí allarfyrsta tíðindainnslagnum fyri næstan fimm árum síðani, mikudagin 06. januar 2016 kl.15:00 Kristiliga Tíðindasendingin nr. 1 – ger so væl!
Tíðindabrotið verður spælt>>>>>>>>>>>>>>>>>>>
Tað fyrsta hálva ári sendu vit hvønn mikudag, men so varð tað broytt til annanhvønn mikudag. Hetta seinasta hálvaannað ári hava Kristiligu Tíðindasendingarnar verið einaferð um mánan, sum er seinasta mikudag í mánanum, og í alt eru umleið 500 tíðindainnsløg skrivaði.
Tað hevur verið spennandi, bæði at vera tíðindaskrivari og tíðindavertur hesi sløku 5 árini, sum tíðindasendingin hevur verið, men hetta hevði als ikki verið møguligt, um eg ikki hevði ein so trúgvan og góðan tøknimann, sum Ronny Peturson Jacobsen, ið hevur sitið hinumegin glasrútin og skrúva og trýst á teir neyðugu knøttarnar og givið mær eitt prei við peikifingrinum, tá klárt er at lesa.
Tá Kristiliga Radiostøðin Lindin byrjaði fyri umleið 20 árum síðani, tá hevði Lindin á skránni eina Kristiliga Tíðindasending einaferð um vikuna, sum var lík hesari sendingini. Tað vóru 5 fólk, sum vóru knýtt til tíðindasendingina hjá Lindini, har eg sjálvur var ein av teimum fimm. Eftir nøkrum árum steðgaðu tíðindasendingarnar. Sjávur havi eg hugsa, at tað er stórt spell, at ein breið og frí kristilig tíðindasending ikki er í teimum loftmiðlum vit hava í dag.
Eg hugsaði nógv aftur og fram um hesi viðurskifti, og vigaði fyri og ímóti. Tá so Kringvarpsstøðin R7 lat upp sendihølir í Saltangará, bað eg um fund við Randi og Petur Jacobsen, ið stóðu sum stovnarar og eigarar av R7. Tað var leyst og liðugt sama dag, og mær stóð frítt í boði at byrja fáar dagar seinni við Kristiligu Tíðindasendingini.
Kristiliga Tíðindasendingin er ein sjálvstøðug sending, sum hevur eina avtalu við R7 um at senda á teirra neti. Eg fari at nýta hendan markapelan sum eitt høvi at takka hjúnunum Randi og Petur, fyri tað tol tey havt við mær hesi árini, eg havi fingið loyvið at senda tíðindi á teirra R7-neti.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Veðurstøðin til Klaksvíkar

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Sandur komin í lopgrøv

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Tobbi aftur á tingi

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Meginfelag Útróðrarmanna

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Hvalbiartunnilin: Tveir tunnilsmunnar og hvat so?

Kórið í Christianskirkjuni

Tekning til familjulegur 2021
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











