Jákup gevst sum venjari hjá B36
Jákup og B36 eru komin ásamt um at enda samstarvið, og tá tann avgerðin varð tikin, helt Jákup sjálvur, at tað rættasta er at steðga alt fyri eitt.
Nýggjur maður skal stýra besta mansliði okkara, tá vit fara undir dystirnar í steypakappingini. Tað er greitt, at høvuðsvenjari okkara seinastu fýra árini, Jákup á Borg, ikki verður á síðulinjuni, tá vit um knappar tvær vikur spæla móti AB í kappingini um Løgmanssteypið.
Jákup og B36 eru komin ásamt um at enda samstarvið, og tá tann avgerðin varð tikin, helt Jákup sjálvur, at tað rættasta er at steðga alt fyri eitt.
- Eg havi verið venjari í fýra ár. Hetta hava verið fýra fantastisk ár við framúr upplivingum. Vit hava vunnið eina steypafinalu, og bæði í fyrraárið og í ár høvdu vit framúr úrslit í Europa. Hinvegin hava vit ikki megnað at vunnið FM-gullið, hóast tað í fjør var sera nær við, sigur Jákup.
- Eg havi verið sera fegin fyri hesi fýra árini, men eg haldi, at hetta er rætta løtan at gevast. Eg havi altíð vilja felagnum tað besta, og eg vil ikki hava, at mín persónur stendur sum ein forðan fyri víðari menning, sigur Jákup á Borg.
- Jákup hevur seinastu nógvu árini verið ein av ímyndunum hjá B36. Bæði sum spælari og nú eisini sum venjari. Vit hava verið heppin at notið gott av hansara framúr eginleikum sum bæði venjari og persónur, og eg ivist onga løtu í, at Jákup so ella so verður aftur at síggja í felagnum um ikki so langa tíð, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Is Fake News a Myth?

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Louisa 30 ára starvsdag

Sjey nýggir býráðslimir

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











