Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tobbi valdur aftur til borgarstjóra

Innanlands, Tíðindaskriv | 13/11-2020 10:00

Samstarv um menning. Eftir kommunuvalið týsdagin hava nývaldu umboðini í Runavíkar býráð samskift um, hvussu býráðsarbeiðið skal skipast næstu árini. 4 listar stillaðu upp til valið, og fingu teir 7, 2, 1 og 1 umboð valt. Semja er um, at øll tey 11 valdu umboðini samstarva á jøvnum fóti í valskeiðnum, sum byrjar við ársskiftið 2020/21.

Semja er um:

• at fylgja longu løgdu fíggjarætlanini fyri 2021, sum er samtykt við 1. viðgerð.
• at leggja til rættis eina langtíðar løguætlan, eina 4-ára og eina 10-ára ætlan, sum grundarlag undir fíggjarstýringini og árligu fíggjarætlanunum.
• at halda fram við longu raðfestu íløgunum í keyp av gróti, Fjøruveg, Gulu smiðju og havnaløg.
• at greina fyrisitingarliga partin av kommunala geiranum við dagføring fyri eyga.
• at halda fram við svimjihallarætlanini.
• at halda fram við spillivatnsætlanini, hagartil komið er á mál.
• at gera eina menningarætlan fyri bygdirnar.
• at virka fyri at fáa neystaøki tøk.
• at fáa skipanina “Ung í arbeiði” at virka aftur.
• at raðfesta eldraøkið við støðugt at ganga tíðarinnar krøvum á møti.
• at fyrireika kommununa til ein størri tørv á skúlaøkinum.
• at fyrireika kommununa til ein størri tørv á ansingarøkinum.
• at endurskoða skatta- og ansingargjaldsspurningin.
• at hækka tænastustøði á skúla og ansingarøkinum.
• at kanna møguleikarnar fyri alternativum bústøðum.
• at raðfesta nýggjar útstykkingar.
• at raðfesta vegir, støðupláss og gøtur – hesar seinastu eisini millum bygdir.
• at raðfesta spælipláss.
• at raðfesta kommunal nátthús
• at halda fast við Miðbýarætlanina.
• at virka fyri miðøkjum á bygdunum einsæris.
• at virka fyri at fáa í lag ætlanirnar um ítróttarhús í Runavík og á Skála.
• at kanna møguleikarnar fyri víðkaðum busssambandi í kommununi.
• at raðfesta umvælingar av kommunalum ognum hægri.
• at endurskoða byggisamtyktir.
• at raðfesta umhvørvi á øllum mótum.
• at raðfesta landstreym til skip – serstakliga har nýbygt verður á havnalagnum.
• at herða krøvini til teirra, sum hava fingið kommunal grundstykkir í lut.
• at raðfesta Visit Runavík hægri í mun til eina væntandi vaksandi ferðavinnu.
• at raðfesta mentanina væl hægri, m.a. við betri venjingarmøguleikum til tónleik og øktum tilboðum bæði í býi og bygdum.
• at fáa lagdan til rættis ein kommunalan heilsupolitikk.
• at fáa lagdan til rættis ein integratiónspolitikk.
• at fáa gjørdan ein vinnupolitikk.
• at fáa gjørdan ein barna- og ungdómspolitikk.
• at dagføra mentanarpolitikkin.
• at fáa lagt eina ætlan fyri ungdómstrivnaði kring um í kommununi.
• at kanna møguleikarnar fyri at seta ein ungdómssamskipara.

Býráðið, sum tekur við umboðandi valdinum 1. januar 2021, hevur annars skipað seg soleiðis við borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndum:

Borgarstjóri: Tórbjørn Jacobsen

Varaborgarstjóri: Kaja Joensen

Fíggjarnevnd:
Tórbjørn Jacobsen, formaður
Kaja Joensen, næstformaður
Terje Beinar Vestergaard
Tóri Højgaard
Sæunn Ólavsdóttir Hansen

Varalimir:
Petur Hansen
Elin Klein Joensen

Tøkni- & umhvørvisnevnd:
Jonnhild Reynholdsdóttir, forkvinna
Jonhard Danielsen, næstformaður
Petur Hansen

Varalimir:
Elin Klein Joensen
Tóri Højgaard

Vinnu- og havnarnevnd:
Terje Beinar Vestergaard, formaður
Jonhard Danielsen, næstformaður
Elin Klein Joensen

Varalimir:
Sonni Lamhauge Petersen
Tóri Højgaard

Trivnaðarnevnd:
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, forkvinna
Pauli Poulsen, næstformaður
Jonhard Danielsen

Varalimir:
Jonnhild Reynholdsdóttir
Kaja Joensen

Mentanarnevnd:
Petur Hansen, formaður
Elin Klein Joensen, næstforkvinna
Pauli Poulsen

Varalimir:
Jonhard Danielsen
Terje Beinar Vestergaard

Ítróttarnevnd:
Pauli Poulsen, formaður
Sonni Lamhauge Petersen, næstformaður
Terje Beinar Vestergaard

Varalimur:
Sæunn Ólavsdóttir Hansen
Kaja Joensen

Byggi- & býarskipanarnevnd:
Tóri Højgaard, formaður
Kaja Joensen, næstforkvinna
Jonnhild Reynholdsdóttir
Sæunn Ólavsdóttir Hansen
Elin Klein Joensen

Varalimir:
Petur Hansen
Sonni Lamhauge Petersen

Uppskot til SEV-nevndina:
Sonni Lamhauge Petersen

Varalimur:
Terje Beinar Vestergaard

Vegna býráðið:

________________________________
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi