Forkvinnan í Demokratia: Fegin at nógv fólk hava talað at hesi sexistisku yvirskrift
Onkur roynir at forsvara yvirskriftina við at siga, at Annika hevur verið fráverandi og er lítið fólkslig. Men, orsaka meg, hevði hon verið sum Heðin, hevði hon helst verið kallað hønumamma, pedagogaslig, dominerandi, krympireyv, smikrandi og alt møguligt annað.
Sum eg havi verið fegin um at sæð, at so ótrúliga nógv fólk hava talað at hesari sexistisku yvirskriftini. Fleiri langir, indigneraðir og østir træðrir um alt facebook! Vónandi kann hetta kjakið vera við til at steðga áhaldandi negativa mátanum at tosa um sterkar kvinnur!
Onkur roynir at forsvara yvirskriftina við at siga, at Annika hevur verið fráverandi og er lítið fólkslig. Men, orsaka meg, hevði hon verið sum Heðin, hevði hon helst verið kallað hønumamma, pedagogaslig, dominerandi, krympireyv, smikrandi og alt møguligt annað.
Allar reaktiónirnar førdu so til eitt gott og siðiligt kjak í KvF um eina vánaliga, óvirðiliga forsíðu! Annika
hevur rætt í, at júst tílíkur einsíðis negativur málburður um kvinnuligar politikkarar og sexistiskar lýsingar av teimum (og hon hevur upplivað tað oftari enn tær flestu) kann vera við til at halda ungum og eldri kvinnum aftur frá politikki.
Men, sum Ingrid eisini vísir á - við hesum halda miðlarnir fast í hesum stereotypisku 'heksalýsingunum' av kvinnum og bera teir víðari til okkara dreingjabørn og ungu menn, og legitimera harvið eina framhaldandi niðurgerð av málrættaðum kvinnum - um tær eru í politikki ella í øðrum størvum.
Demokratia Faroe Islands
#veleinakvinnu
Soleiðis skrivar Kristina Gry Berg, sum er forkvinna í Demokratia á facebook- vanga sínum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











