Petur Hans Dahl, veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri hesa vikuna (vika 47)
Samanumtikið: Væl av vindi av og á og regn, men tó nakað kaldari
Mánadagur 16. Strúkur av vindi av útn.vestri, 10-12 m/s, ælaveður og hitin 8-6 stig
Týsdagur 17. Andøvsgul upp í frískan vind av útn snarandi í landn, 7-11 m/s, regn serliga seinnapartin og hitin 6-4 stig
Ónsdagur 18. Strúkur í vindi upp í hvassan vind av landn, 10-18 m/s, ælaveður ov hitin 5-3 stig
Tórsdagur 19. Norðan snarandi í útn 13-5 m/s, ælaveður, men sólin sæst og hitin 2-5 stig. Kann vera svartakálk um morgunin
Fríggjadagur 20. Úts snarandi í sunnan 7-16 m/s, regn seinnapartin og hitin 6-10 stig
Leygardagur 21. Úts 17-22 m/s, ælaveður, tó sólin sæst og hitin 9-7 stig
Sunnudagur 22. Vestan snarandi upp í útn 21-10 m/s, regn um morgunin, seinni sól og turt og hitin 7-4 stig. Kann blíva svartakálk um kvøldið.
Samanumtikið: Væl av vindi av og á og regn, men tó nakað kaldari
Veðurtekn: Gamalt veðurtekn úr Vági: Um sagt varð, at ”sunnan sigur frá,” so merkti hetta regn innan stutta tíð, men sum oftast var skoðbráið so frætt, at tíð var at fáa fisk og hoyggj saman.
Petur Hans sigur um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Úts 4 m/s, skýggja, turt og hitin 6 stig
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











