Samgongan leggur lítið í smáu fyritøkurnar
Seinastu tíðina hava vit í Javnaðarflokkinum aftur og aftur varpað ljós á viðurskiftini hjá smáum vinnufyritøkum, men tað sýnist ikki at rína við hjá samgonguni.
Síðst í oktobur mánaði setti eg landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein §52 fyrispurning um fíggjarstøðuna hjá smáu vinnufyritøkunum í Føroyum, har eg m.a. spurdi, um samgongan hevur ætlanir um at seta fleiri hjálparátøk í verk til tess at hjálpa fyritøkunum, sum framvegis merkja sviðan av koronasmittuni.
Men Jørgen Niclasen svaraði ikki spurninginum, og tí setti eg aftur í gjár ein munnligan fyrispurning í tinginum um sama evni, men eisini hesa ferð svaraði hann uttanum.
Staðfestast má, at landsstýrismaðurin eftir øllum at døma ikki hevur nakra hóming av, ella áhuga í at vita, hvussu støðan er hja smærru vinnufyritøkunum kring landið. Og landsstýrismaðurin vil heldur ikki svara, um ætlanin er at seta fleiri hjalparátøk i verk.
Úr hálva svarinum taki eg tríggjar niðurstøður við mær:
Landsstyrismadurin tímir ikki at svara fyrispurningum frá tingfólki - heldur ikki tá tað snýr seg um fyritøkur og arbeiðspláss.
Landsstýrismaðurin tykist ikki serliga upptikin av støðuni hjá smáum vinnufyritøkum.
Tankagongdin hja landsstýrismanninum hevur flutt seg langt síðani løgtingsvalstríðið, har hann so grúiliga bedýraði týdningin av, at vinnan skal hava tað gott, fyri at familjan skal hava tað gott. Men tað er kanska einans galdandi fyri tær allarstørstu fyritøkurnar í fiskivinnuni. Tær, sum landsstýrið tryggjaði at kalla ókeypis og lívlanga atgongd til okkara felags ríkidømi.
Ingilín Didriksen Strøm
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Veðurstøðin til Klaksvíkar

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Sandur komin í lopgrøv

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Tobbi aftur á tingi

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Meginfelag Útróðrarmanna

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Hvalbiartunnilin: Tveir tunnilsmunnar og hvat so?

Kórið í Christianskirkjuni

Tekning til familjulegur 2021
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











