Johan Dahl spyr um skipan til ásetan av veiðigjøldum í fiskivinnuni
Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 18. november at seta Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein munnligan fyrispurning um skipan til ásetan av veiðigjøldum í fiskivinnuni
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1. Nær væntar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at uppleggið um framtíðar veiðigjøld í fiskivinnuni verður klárt at taka støðu til politiskt?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar meginreglur uppleggið byggir á, og hvussu tað verður sett saman?
3. Nær er ætlanin, at nýggja skipanin við veiðigjøldum skal setast í verk?
Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at eftir samgonguskjalinum frá 14. september 2019, so verður tilfeingisgjaldið eitt yvirskotsgrundað gjald, sum tekur hædd fyri rentu-, olju- og fiskaprísi, soleiðis at inntøkur landsins út frá verandi fortreytum verða umleið á sama støði sum í 2018. Viðmerkjast kann, at síðan 2018 er inntøkugrundarlagið hjá landskassanum broytt nógv, og tí gevur tað ikki meining longur at brúka 2018 sum loft ella útgangsstøði.
Henda nýggja skipanin skal saman við skilagóðum fíggjar- og búskaparpolitikki vera við til at tryggja, at ein partur av virðinum á ogn Føroya fólks skal koma okkum øllum til góðar og framhaldandi tryggja okkara vælferðarsamfelag.
Vit kunnu staðfesta, at við nýggju fiskivinnuskipanini í januar 2020, har uppboðssøluskipanin varð avtikin, misti landskassin einar 200 mió. kr. í árligari uppboðssøluinntøku. Henda inntøka er nú burtur úr peningarenslinum hjá landinum og er við til at skapa eitt hall á fíggjarlógini.
At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at vøksturin í rakstrarútreiðslum og risa íløgur hjá landinum skulu fíggjast - og um inntøkubygnaðurin hjá landskassanum ikki er skipaður rætt og nóg breitt, eru ikki aðrir møguleikar enn sparingar ella at tálma munandi í rakstrinum og íløgunum, og í ringasta føri fremja skattahækkingar og lántøku.
Tað hevur bæði politiskan og vinnuligan áhuga at fáa at vita, nær eitt slíkt uppskot verður klárt, sum kann fáa stóran týdning fyri inntøkugrundarlag landskassans, vælferðarsamfelagið og lønsemið í fiskivinnuni.
Sambandsflokkurin
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Kokkurin er færeyingur

World watch list 2021

Is Fake News a Myth?

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Louisa 30 ára starvsdag

Sjey nýggir býráðslimir

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











