Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bjørt Samuelsen fer at spyrja um Nólsoyarleiðina og álvarsomu avbjóðingarnar í mun til fólka- og farmaaflutning

Innanlands, Lesarabrøv | 18/11-2020 10:30

Tingfundur verður í dag. Dagsskráin. Fundurin byrjar 11:00 har munnligir fyrispurningar eru fyrst á skránni.

Undirritaða fer at spyrja um Nólsoyarleiðina og álvarsomu avbjóðingarnar í mun til fólka- og farmaaflutning. Seinast munnligir fyrispurningar vóru, segði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, at Erla Konsdóttir fór at verða sett í sigling á nólsoyarleiðini 7.-10. novembur.

Síðani er komið fram, at rampan ikki er klár og EK ikki sleppur í sigling enn á sinni á hesi leið. Tí hesir uppfylgjandi spurningar. 

Koronafyribyrging: Tveir spurningar verða settir løgmanni um farsóttarlóggávu, nú korona framvegis hóttir og og um kanning á 6.degin.

Vinnan og korona: Og ein spurningur verður settur landsstýrismanninum í vinnumálum um støðuna í vinnuni orsakað av koronu

Vinaliga

Bjørt Samuelsen

tingkvinna

 

-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Munnligur fyrispurningur

til Bárð á Steig Nielsen, løgmann

viðvíkjandi koronu smittufyribyrging

1.     Hevur løgmaður ætlanir um at tryggja, at føroyingar sjálvir kunnu lóggeva um smittu- og farsóttarfyribyrging, nú korona herjar?

2.     Heldur løgmaður donsku epidemilóggávuna, sum nú er galdandi her, vera nøktandi í mun til tørvin á smittufyribyrging?

3.     Hevur Farsóttarnevndin mælt til at fáa betri smittuverjandi amboð, um ja, hvørji?

4.     Hví hevur landsstýrið ikki tikið stig til at yvirtaka ábyrgdina av farsóttarlóggávuøkinum, so ein føroysk epidemilóggáva, ið er gjørd til føroysk viðurskifti, kann setast í verk?

Viðmerkingar:

Í góðar 10 mánaðir hevur korona lagt partar av føroyska og altjóða samfelagnum lamið. Men Føroyar hava framvegis ikki heimild til sjálvi at lóggeva á týdningarmesta lóggávuøkinum, tá um smittandi sjúkur umræður – farsóttarlóggávu – lóggávu um smittuverju og smittufyribyrging.

Ein eldri útgáva av donsku epidemilógini er galdandi her, og tað er ikki undirtøka fyri at seta dagførdu donsku epidemilógina í gildi, tí hon gevur alt ov víðgongdar heimildir til myndugleikar og løgreglu.

Í støðu sum hesari áttu Føroyar at havt sína egnu farsóttarlóggávu, ið júst er smíðað til okkara umstøður og tørv. Orsakað av vantandi heimildum at lóggeva á økinum, hevur Løgtingið aftur fingið eitt uppskot um at gera smittuverndarreglur gjøgnum matstovulógina. Men henda lóg røkkur einans til at avmarka skeingingarstøð og matstovur. Higartil hava álvarsamastu smittuútbrotini her heima í størstan mun verið aðrastaðni í samfelagnum.

Á Løgtingi, 18. november 2020

Bjørt Samuelsen

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Munnligur fyrispurningur

til Bárð á Steig Nielsen, løgmann

viðvíkjandi 6. dags koronukanning, tá fólk koma til landið

1.     Hví er tað ikki eitt krav, men bert tilmæli, at fólk lata seg kanna fyri koronu 6.dagin eftir, at tey koma til landið?

2.     Eru tað juridiskar forðingar fyri, at hetta kann verða sett sum krav?

3.     Hvussu stórur partur av ferðafólki, sum eru komin til landið síðani kravið um koronukanning 6. dagin varð sett í gildi, hava latið seg kanna?

Viðmerkingar:

Í Føroyum eru støðan við koronu og talið á smittaðum á einum lutfalsliga lágum støði.

Størsti vandin fyri smittu eru framvegis ferðandi, sum koma um landamørkini til Føroya. Til jóla væntast streymurin av fólki, ið koma heim at halda jól, at blíva stórur. Hóast flestu av hesum koma frá londum, har nógv fleiri smittaði eru enn í Føroyum, so er tað framvegis bert eitt tilmæli og ikki krav, at fólk lata seg kanna á 6. degi. Tilmæli hava higartil virkað væl í flestu førum. Men við tilmæli fæst eingin trygd fyri, at fólk, ið eru smittaði við komu, men kortini fáa negativa test, verða uppdagaði á 6.degi. 

Á Løgtingi, 18. november 2020

Bjørt Samuelsen

---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Munnligur fyrispurningur

til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum,

viðvíkjandi Nólsoyarleiðini

1.     Hví er rampa ikki klár, nú vitað hevur verið í rúma tíð, at Erla Kongsdóttir skuldi avloysa Ternuna á Nólsoyarleiðini hetta til jóla?

2.     Væntar landsstýrismaðurin, at Erla Kongdóttir fer í sigling sum avloysaraskip, innan Ternan kemur av beding?

3.     Metir landsstýrismaðurin, at tænastustøðið á Nólsoyarleiðini, har stór daglig ferðing er, er á nøktandi støði í mun til flutning av fólki, farmi og møguleikum hjá rørslutarnaðum at ferðast um fjørðin?

4.     Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri at bøta um tænastuna í tíðini, Ternan er í dokk?

Viðmerkingar:

21. oktober segði landsstýrismaðurin í svari upp á munnligan fyrispurning, at Erla Kongsdóttir væntandi fór at verða sett í sigling á Nólsoyarleiðini frá á leið 7. – 10. november. Nú komið er væl um miðjan november frættist, at nýggja avloysaraskipið ikki kann leggja at í Nólsoy, fyrr enn nýggj rampa er fingin til vegar, og at fyrireika hetta nústani er farið í gongd.

Ímeðan Ternan er í dokk, røkir Jósup fyribils Nólsoyarsiglingina. Nógv fólk ferðast dagliga við leið 90 millum Nólsoy og Tórshavn. Fólkið í oynni, eins og vinnulívið, hevur tørv á regluligum sambandi og á álítandi farmaflutningi. 

Ynskja vit, at til skal bera at búgva á leysu oyggjunum, er ein avgerandi táttur, at oyggjabúgvar hava tíðarhóskandi ferðasamband 365 dagar um árið. Skipast má soleiðis fyri, at tá ferjur verða tiknar úr sigling, so verður í minsta lagi eins gott samband sett inn fyri fólk og fyri farm. Avgerandi er eisini, at atkoman fyri rørslutarnað er góð.

Nýggjar upplýsingar eru komnar fram, síðani spurningurin í oktober varð svaraður. Spurningarnir verða tí settir, fyri at tey mongu, sum brúka leið 90 dagliga, kunnu fáa eitt greitt svar um, hvat ið tey kunnu vænta sær, inntil Ternan kemur aftur í sigling.   

Á Løgtingi, 18. november 2020

Bjørt Samuelsen

--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Munnligur fyrispurningur

til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum,

viðvíkjandi støðuni í vinnuni í sambandi við koronu

1.     Hvør er støðan í ymisku vinnugreinunum í Føroyum sum avleiðing av koronu?

2.     Hevur landsstýrismaðurin latið gjørt nakra greining av støðuni, sum vísir, hvussu ymiskar vinnugreinar eru fyri?

3.     Eru serligar vinnugreinar, ella partar av hesum, sum eru serliga illa fyri og har tørvur er á bøtandi átøkum. Her verður hugsað um ferðavinnu, útflutningsvinnur og møguliga aðrar vinnugreinar?

Viðmerkingar:

Tað koma nógv ymisk signal frá vinnuni í sambandi við koronu, sum hevur ávirkað alt samfelagið síðan í mars mánað. Ímeðan summar vinnur tykjast, í øllum føri higartil, at vera slopnar undan at verða meint raktar av koronustøðuni, so eru aðrar, sum rópa álvarsliga varskó. 

Andstøðuflokkarnir á tingi fáa sera avmarkaða kunning frá landsstýrinum, og vita tí ikki, um strategiir og langtíðarætlanir verða gjørdar til tess at fyribyrgja ov álvarsamar avleiðingar av koronu fyri vinnuna og búskapin. Helst er ikki lætt at leggja langtíðarætlanir, men ein fyritreyt fyri at kunna meta um avleiðingarnar fyri vinnuna og búskapin í longri høpi, er gjølla at kenna støðuna, sum hon er í dag.

Spurningarnir verða settir fyri at fáa greitt fram, hvør støðan er í ymisku vinnugreinunum, nú korona hevur órógvað í so drúgva tíð, og harvið eisini fáa fram, hvør tørvurin er á at fáa sett bøtandi politisk átøk í verk.

Á Løgtingi, 18. november 2020

Bjørt Samuelsen


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi