1.861 mál fyri brot á ferðslulógina.
377 mál eru skrivaði fyri lógarbrot, sum føra til klipp í koyrikortið. - 338 mál eru skrivaði viðvíkjandi handhildnari fartelefon. - 230 mál eru skrivaði viðvíkjandi ov høgari ferð.
Ferðslutrygdin er raðfest. Landsferðslunevndin og politiið seta støðugt yvirskipaðu ferðslutrygdarviðurskiftini í Føroyum í miðdepilin. Í tøttum samstarvi miða myndugleikarnir eftir at gera ferðsluátøk á støðum, har vandin er størst fyri ferðandi í ferðsluni.
Landsferðslunevndin og politiið seta støðugt yvirskipaðu ferðslutrygdarviðurskiftini í Føroyum í miðdepilin. Í tøttum samstarvi miða myndugleikarnir eftir at gera ferðsluátøk á støðum, har vandin er størst fyri ferðandi í ferðsluni.
Myndugleikarnir hava sum felags mál at økja um ferðslutrygdina, at økja um tryggleikan hjá borgarunum og at tryggja skynsemi í ferðsluni.
Í hesum arbeiðnum er parturin hjá politinum at raðfesta ítøkilig og miðvís tiltøk, sum taka støði í áðurnevndu ferðsluátøkum.
Serligur dentur verðu lagdur á ferðslulógarbrot, sum kunnu viðføra stóran skaða á fólk, ella at ferðandi doyggja í ferðsluni.
Hetta umfatar m.a.:
- Týðandi brot á ferðslulógina, sum føra til klipp í koyrikortið.
- Ikki at vera nóg ansin í mun til átakið - ”Tig og Koyr” / ”5 sekund = 111 m v/ 80 km/t”
- Tá koyrt verður ov skjótt í mun til átakið – ”halt hámarksferðina, ókey?”
Í 2018 doyði eingin persónur í ferðsluni. Í 2019 doyði ein persónur í ferðsluni. Higartil í 2020 er eingin persónur deyður í ferðsluni.
Hendan gongdin er ógvuliga positiv. Serliga tá hugsað verður um, at tað nú bert eru heilt fáir borgarar, sum uppliva ógvusligar vanlukkur, ella eru avvarðandi hjá persónum, sum eru deyðir í ferðsluni.
Uppgerð yvir ferðslulógarbrot í 2020 vísir, at tað framhaldandi er neyðugt at gera vart við týdningin av, at ferðandi í ferðsluni eru árvakin og skynsom.
Higartil hevur politiið í Føroyum skrivað 1861 mál fyri brot á ferðslulógina.
Býtið er soleiðis:
- 377 mál eru skrivaði fyri lógarbrot, sum føra til klipp í koyrikortið.
- 338 mál eru skrivaði viðvíkjandi handhildnari fartelefon.
- 230 mál eru skrivaði viðvíkjandi ov høgari ferð.
Hendan gongdin er ikki positiv. Vit kunnu tí bara staðfesta, at helmingurin av øllum málunum viðvíkja ferðslulógarbrotum, har vit av royndum vita, at ferðslutrygdin hjá borgarunum verður sett í týðandi vanda.
Politiið í Føroyum hevur tí hesa áheitan til øll ferðandi í ferðlsuni. Set ferðina niður. Koyr bil, tá ið tú koyrir bil.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Is Fake News a Myth?

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Louisa 30 ára starvsdag

Sjey nýggir býráðslimir

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











