Teir eru byrjaðir at rigga til nýggja barnagarðin við Gøtugjógv
14. januar í ár skrivaði heimasíðan eysturkommuna.fo soleiðis, um nýggja barnagarðin við Gøtugjógv.
Nú verður gongd sett á arbeiði við at byggja ein nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Á býráðsfundi beint fyri jól samtykti býráðið at seta 12 mió. kr. av í 2020 til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Restin verður síðan sett av í 2021 og 2022.
Talan er um nýbygging av dagstovninum Gjáa, sum í dag hevur pláss til 67 børn. Stovnurin leigar seg eisini inn í onnur høli við Gøtugjógv, har vøggustova er við 13 børnum. Nýggi dagstovnurin verður 1300 fermetrar til støddar og samlar allan dagstovnin á einum stað við plássi til 112 børn.
Nýggi dagstovnurin verður ein perla, sum kemur at liggja í vakra umhvørvinum undir plantasjuni við Gøtugjógv. Dentur er lagdur á náttúru, virkisføri og tað skapanarliga við íblástri frá føroyskari mentan og italsku Reggio Emilia hugsanini um námsfrøðiligt arbeiði.
– Vit eru glað fyri at hava verið partur av fyrireikingini av nýggja dagstovninum, sum verður bygdur við okkara námsfrøðiliga arbeiðshátti fyri eyga, sigur Dagbjørt Ólavsdóttir.
- Seinastu 10 árini hevur dagstovnurin Gjái bygt upp ein føroyskan námsfrøðiligan arbeiðshátt við støði í Reggio Emilia hugsanini. Hendan tekur støði í barninum, nærumhvørvinum og samfelagnum, vit liva í. Fleiri innlæringshættir verða eisini nýttir – lesa søgu, syngja sangir, kreativt arbeiði og drama – tí børn læra ymiskt. Eisini verður náttúran í økinum rundan um stovnin brúkt nógv.
Her endar teksturin hjá esturkommuna.fo.
Ein lesari sendi okkum hesa myndina, har ein broyt og lastbilur rokast við útgrevstur.
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Veðurstøðin til Klaksvíkar

Afturkalling av kostískoyti

Merki vundið á stong í Ísrael

Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Sandur komin í lopgrøv

Vilhelm þorsteinsson á fyrsta túri

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Tobbi aftur á tingi

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Meginfelag Útróðrarmanna

Vega- og gøtunøvn í Runavík

Kórið í Christianskirkjuni

Tekning til familjulegur 2021

Flogbóltur, galla: Tilnevningarnar til ársins bestu 2021
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











