Ruskið verður heintað í Nólsoy
Ruskinnsavningin í Nólsoy heldur fram ótarnað, hóast vanliga siglingin millum Nólsoy og Havnina er øðrvísi skipað í løtuni.
Tað kom annars fram í fjølmiðlunum í gjár, at burturkast ikki er heintað í Nólsoy, síðani Ternan fór á beding. Hetta er ikki rætt.
- Vit hava menn í Nólsoy, ið taka sær av húsarhaldsburturkastinum. Tað verður koyrt í eina bingju, sum síðani verður heintað eftir tørvi, sigur John Erik Hansen, leiðari á Brennistøðini í Tórshavnar kommunu.
Bingjan við húsarhaldsburturkasti hevur staðið í góðar tvær vikur, og hon verður tømd í morgin, sigld til Havnar og koyrd á Hjalla.
Endurnýtslan í Nólsoy riggar eisini, og tær bingjurnar verða eisini tømdar eftir tørvi.
- Vit hava heintað bingjur úr Nólsoy, síðani Ternan fór á beding, og ein bingja verður eisini tømd í morgin, sigur John Erik Hansen.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











