Petur Hans Dahl, veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri hesa vikuna (vika 48)
Samanumtikið: Nakað av vindi, mest úts, regn av og á men lýtt.
Mánadagur 23. Frískur vindur upp í hvassan vind 10-15 m/s av suðri snarandi í úts, regn og hitin 7-9 stig
Týsdagur 24. Hvassur vindur niður í frískan vind 16-10 m/s av úts, ælaveður, men sólin sær og hitin 6-8 stig
Ónsdagur 25. Um náttina andøvsgul av suðri 7 m/s, seinni upp til strúk av vindi av norði 8-12 m/s, okkurt æl fyrrapartin, men sólin sær og hitin 7-3 stig.
Tórsdagur 26. Útn snarandi í úts 5-14 m/s, fyri tað mesta turt og hitin 3-8 stig
Fríggjadagur 27. Úts 15-8 m/s, ælaveður um náttina, men seinni turt og hitin 7-8 stig
Leygardagur 28. Úts 10-5 m/s, okkurt æl, men sólin sær og hitin 7-8 stig
Sunnudagur 29. Hann melur av ymsum ættum 1-2 m/s, fyri tað mesta turt, sólin sæst og hitin 5-7 stig
Samanumtikið: Nakað av vindi, mest úts, regn av og á men lýtt.
Veðurtekn: Ein eldri dalbingur greiddi mær frá, at hann á yngri døgum gjørdi klárt at fara við líni við deksbáti. Hann var lands. í ættini, men veðrið var hampuligt. Ein annar maður, sum eisini ætlaði sær við línu, segði, at ikki var ráðiligt at fara. Sigur við dalbingin: ”Sært tú ikki inni í hasum skýnum ein rundan meldur. Vit kalla tað tólvjavningar dansa”. Tað bleiv av ringasta veðri, og teir fóru tíbetur ongan veg.
Petur Hans sigur um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Lands 5 m/s, regn og hitin 5 stig
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











