Nevndarlimir í LGBT Føroyar hittu Kaj Leo Johannesen
Í vikuni vóru nevndarlimir í LGBT Føroyar á einum góðum og jaligum fundi við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum og norðurlandamálum.
Á fundinum vóru ymisk viðurskifti umrødd, sum hava við heilsustøðuna hjá lgbtarum at gera, umframt at felagið kunnaði landsstýrismannin um, hvat vit arbeiða við í løtuni. Eisini varð nomið við norðurlendsku frágreiðingina um støðuna hjá lgbtarum, sum júst er almannakunngjørd.
Sambært norðurlensku frágreiðingini eru Føroyar eftirbátur á nógvum økjum, og tí heittu vit á landsstýrismannin um at hyggja nærri at hesum viðurskiftum og avtalað varð eisini, at vit í LGBT Føroyar senda eina lýsing av støðuni hjá lgbtarum í Føroyum til landsstýrismannin.
Vit takka fyri góðan fund og vóna at fáa eitt gott og gevandi samstarv.
lgbt á facebook.
LGBT Føroyar gav eisini landsstýrismanninum bókina Ver tú!, sum er um kynsfatan, kærleika og familju.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur