Havboka - virðisløntur norskur sjónleikur nú sum filmur
Havboka - virðisløntur norskur sjónleikur nú sum filmur
Havboka er farin sigursferð kring Noreg. Bæði skaldsøgan og eisini sum sjónleikur. Søgan kann síggjast sum leikfilmur 29. november kl. 15 i Norðurlandahúsinum.
Langt niðri á havsins botni fjalir Grønlandshávurin seg, havsins ótespiligi valdsharri, sum kann gerast meira enn 500 ára gamal. Á vatnskorpuni sita tveir menn í einum lítlum báti og royna at fanga hávin. Men hvør jagstrar veruliga hvønn?
Bæði í bókmenta- og leiklistahøpi hevur tað eydnast Havboka sera væl. Skaldsøgan eftir norska rithøvundan Morten A. Strøknes, gjørdist ein metsølubók og er týdd til 30 ymisk mál. Riksteatret og Nationalteatret í Noregi tóku síðani stig til at gera leiksýningina, ið gjørdist sera væl móttikin og varð sýnd á øllum stórum pallum kring Noreg. Bæði skaldsøgan og leiksýningin hava vunnið fleiri virðislønir.
Nú ber til at síggja norska leiklistarfilmin Havboka, ið fagnar havsins duldarfullu og alheimsins stóru spurningum. Tá Korona rakti Noreg, bleiv leiksýningin tikin upp í bestu filmsgóðsku, so til bar at sýna leikin uttanfyri vanligu karmarnar í leikhúsinum. Havboka verður sýndur 29. november kl. 15 í Norðurlandahúsinum.
Leikgerð: Ole Anders Tandberg eftir skaldsøguni hjá Morten A. Strøksnes.
Framleiðsla: Applaus Scene í samstarvi við Riksteatret.
Leikari: Jan Sælid
Mál: Norskt
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Dúvugarðar

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Sjey nýggir býráðslimir

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Tímar í persiskum

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











