Bakkafrost 13.000 m³ aftrat á Glyvradali
Sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið byrjar í februar. Bakkafrost fremur stórar íløgur í útbygging av smoltstøðum. Hetta er partur av felagsins strategi at ala laksin longri á landi. Málið er at náa eina miðalvekt á 500 gram og stytta vakstrartíðina á sjónum niður í 12 mánaðir í 2022. Sum liður í hesi tilgongd er avtala nú gjørd um útbygging av smoltstøðini á Glyvradali.
Støðin skal byggjast út við 13.000 m³, og kemur smoltstøðin á Glyvradali í framtíðini at framleiða 4 milliónir smolt um árið. Núverandi karrúmdin er umleið 1.500 m³, og harvið er talan um ógvuliga stóra útbygging.
Fyrr í ár varð hol sett á arbeiðið at gera lendið byggiklárt, og hósdagin í farnu viku varð sáttmáli undirskrivaður við Nofitech, ið skal standa á odda fyri byggingini. Verkætlanin fevnir um útbygging við trimum nýggjum hallum, og byrjar hetta arbeiðið í februar 2021. Útbyggingin verður væntandi liðug í mars 2023.
Fleiri myndir HER
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Rætturin at verða gloymdur

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Hátíðarhald á Lambareiði

Kykir rekamenn

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Niðursetumenn á Morskranesi

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

City Church Tórshavn

Sjónband: Ein nýggj byrjan

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Trivnaðarsamskipari er settur

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Stongsul á Marknagilsvegnum vegna asfaltarbeiði

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











