Handilin hjá KROSSTEIN letur nú upp í nýtímans sniði og spennandi vøruúrvali
Handilsbygningurin hjá KROSSTEIN á Falkavegi er nú liðugt høvuðsumvældur. Umsiting, ráðgeving og handil eru nú at finna aftur í sama stað sum áðrenn umvælingina.
Handilshølini eru nýtímansgjørd og nakað væl rúmligari enn áður, tað sama er vøruúrvali, sum nógv orka er løgd í at gera so spennandi og breitt sum gjørligt. Í nýggja handlinum kunnu kundarnir finna tað mesta av tí tey hava brúk fyri innan orku, ventilatión og baðirúm.
Holl ráðgeving er eitt av kjarnuførleikunum hjá KROSSTEIN og ráðgevar eru eisini at finna í handlinum, so kundarnir eisini fáa tí fakligu ráðgevingina sum teir hava brúk fyri.
Eitt breitt úrval av veiðireiðskapi er eisini at finna í nýggju hugnaligu handilshølunum.
Starvsfólkini í handlinum hjá KROSSTEIN eru spent at vísa snotiligu handilshølini fyri kundunum, nú opið aftur er á Falkavegi 6
Á heimasíðuni stendur soleiðis um KROSSTEIN.
Fyritøkan varð stovnað í 1966, og helt fyrstu árini til Yviri við Strond í Tórshavn. Í 1980 flutti vit niðan á Háls, har fyritøkan framvegis heldur til í dag.
Í løtuni arbeiða 26 starvsfólk hjá KROSSTEIN, harav 15 starvsfólk hava fast tilknýtið til handil og goymslu okkara. Umframt bókhald og fyrisiting hava vit eisini eina sølu og tænastudeild, ið geva tilboð og svara fyrispurningum innan HVS - virkisøkið.
Høvuðsvinnan hjá KROSSTEIN er heilsøla, og harafturat hava vit framsýning við smásølu. Á goymslu okkara, hava vit stórt úrval av øllum innan vatnveiting, kloakk, hitaverk, sanitet og ventilatión.
Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.
Við okkara dugnaligu starvsfólkum, kunnu vit bjóða skjóta og góða tænastu til viðskiftafólk okkara um alt landið.
Eisini hevur KROSSTEIN gott samstarv við handverkarar og rørleggjarar á bygd og í bý, so ynskir tú at fáa okkurt HVS - arbeiðið gjørt, kunnu vit samskipa hetta.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











