Edmund útvegaði 600.000 kr
Bussurin er niðurslitin, og Trivnaðargrunnurin hevur tí leingi ynskt sær, og savnað pening inn til ein nýggjan buss við allari neyðugari útgerð.
Eg eri sera glaður um, at allir flokkar á Fólkatingi hava gingið ynski mínum á møti og hava játtað at lata Trivnaðar-grunninum fyri sjúklingahotellið 600.000 krónur til ein nýggjan Sóljubuss.
Trivnaðargrunnurin hevur í mong ár gjørt sjálvboðið arbeiði fyri sjúklingar og avvarðandi, sum í longri ella stytri tíð eru í sjúkraørindum í Danmark og búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.
Trivnaðargrunnurin er mannaður av eldsálum, sum brúka ein stóran part av síni frítíð til at hjálpa og økja um trivnaðin hjá føroyingum, sum eru í einari torførari støðu og langt burturi heimanifrá trygga umhvørvinum í Føroyum.
Hendan tilbúgvingin hevur ómetaliga stórt virði fyri tey, ið búgva á sjúklingahotellinum, og ein partur av hesi tilbúgvingini eru ókeypis útferðir við Sóljubussinum, sum bussurin hjá grunninum eitur, til stóra gleði fyri sjúklingar og avvarðandi, tá gerandisdagurin á sjúklingahotellinum gerst eintáttaður.
Men Sóljubussurin er niðurslitin, og Trivnaðargrunnurin hevur tí leingi ynskt sær, og savnað pening inn til ein nýggjan buss við allari neyðugari útgerð.
Við játtanini hjá Fólkatinginum, afturat teimum 700.000 kr., sum Trivnaðargrunninum sjálvur hevur savnað inn, er nú gjørligt hjá grunninum at keypa ein nýggjan Sóljubuss, ið framyvir eisini kemur at gleða nógvar føroyingar og vónandi lætta um eina tunga støðu.
Les meira her: http://www.saft.fo/Default.aspx?Id=8287
Tað skrivar Edmund Joensen á facebook-vang sínum
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











