Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið Nýggj uppskrifts- og ítrivsbók
Í hesum døgum er nýggj bók komin í bókabúðirnar.
Bókin ber heitið Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið, og er ein bók við uppskriftum og ymiskum ítrivi, sum familjan kann gera saman til jóla.
Skalt tú baka bollar, gera konfekt, baka cookies ella gera okkurt at hava omaná, so finnur tú uppskriftina í hesi bókini, og hevur tú hug at gera okkurt pynt til jóla, til dømis saman við børnunum, so finnur tú eisini tær uppskriftirnar í bókini.
Tað er Ranvá A. Knudsen, sum vit kenna frá “Dreymakøkurnar hjá Ranvá” á Facebook, sum gevur bókina út, og tað er samanrenningina av bakstri og ítrivi, sum skapar jólahugnan í heiminum, sum hon vil raka við bókini, Heimabakstur og ítriv, tá hugnin fevnir heimið.
Í innganginum til bókina sigur Ranvá sjálv soleiðis:
“Líka síðani eg var lítil smágenta, minnist eg meg hava havt ein serligan tokka til jólini. Hugnin, kuldin, kavin, angin av nýbakaðum køkum og ljósini gera okkurt gott við meg, og tað er hesa tíðina, eg njóti at seta tíð av til at skapa ymiskt handaligt, baka og sum heild hugna um í heiminum”.
Ranvá hevur sjálvt gjørt allar uppskriftirnar í bókini og hon hevur eisini tikið allar myndirnar, sett upp og hon gevur eisini sjálv bókina út. Estra hevur prentað bókina, sum fæst til keyps í Trin27, í Gamla Bókahandli og í Rit og Rák í Havn, Hjá Stanley við Streymin, í Bókabúðini í Saltangará, í Alfa bókahandli í Klaksvík, í FK í Miðvági og í Tangabúðini á Tvøroyri.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Norrøna fær eitt facelift

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Pison komin á Klaksvík.

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Hvat kostar rein samvitska?

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Møtið í dag, 10. januar kl. 12.00, verður netvarpað
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











