Vit mugu hava nýtt barnaheim nú
Vit mugu hava nýtt barnaheim nú
Spyrt tú meg, so er eingin ivi um, at ein av mest átrokandi byggiverkætlanum í løtuni er byggingin av einum nýggjum tíðarhóskandi barnaheimi. Vit kunnu ikki blíva við at seta børnini til síðis.
Fyri at hava bestu fortreytir fyri at trívast og mennast er tað av allarstørsta týdningi, at børn, ið eru sett heiman og fleiri við serligum avbjóðingum, hava innbjóðandi og haldbarar búumstøður. Í løtuni verða børn í fleiri førum flutt runt og inn á dýr og ivasom leigumál, har m.a. blámusoppur hevur verið ein afturvendandi trupulleiki.
Børnini húsast í dag fleiristaðni, og er hetta hvørki skynsamt ella fakliga nøktandi yvirhøvur. Fyri at fáa sum mest burturúr, bæði tá tað kemur til rakstur og felags sparring og menning, er best, at bygt verður ein felags búeind her í høvuðsstaðnum. Tað er ikki neyðugt at byggja so stórt, sum upprunaliga ætlað, uppi Millum Gilja í Hoyvík; kanska til helvtar. Og partar av virkseminum sum t.d. Móttøkudeildin og Familjudeildin kundu verið bygdir sum meira familju-sethúsakendar eindir, og kundu ligið í ávikavist Runavík og á Strondum.
Men uttan mun til, hvussu vit velja at skipa byggingina, so er eingin ivi um, at gongd má setast á verkætlanina sum skjótast. Í frágreiðing sínari frá 2019 staðfestir Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er barnanna umboðsmaður, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, har børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, umsorgan og tann stuðul, tey hava tørv á og rætt til eftir m.a. Barnarættindasáttmálanum. Tí havi eg í dag sett landsstýriskvinnuni við Almannamálum ein fyrispurning um nýggja barnaheimið og hvussu nógvan pening vit nýta til at leiga fyribilshølir til Barnaheimið í dag.
Tað skal vera mín vón, at børnini ikki verða gloymd undir hesi samgonguni.
Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











