Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ein áheitan, takið trupulleikan í álvara

Innanlands, Lesarabrøv | 26/11-2020 09:00
Rókur Herup Olsen

Eg veit, at tað at vera ungur er ikki lætt og tað hevur tað ongantíð verið. Men fyri tað kunnu vit ikki halda, at støðan sum ungur fyrr, er líka sum støðan sum ungur í dag.

“Tað er bara ein partur av at vera ungur” hevur verið nógv nevnt, nú ung og sálarheilsa endiliga er komið á breddan. 

Orð sum luksusmentan og tað at ein ikki hevur ráð til nýggjastu iPhone’ina hava verið nevnd, sum orsøkir til strongdu sálarligu heilsuna hjá ungum – men hetta er ein total tileinkisgerð av trupulleikanum.


Tað er ikki bara ein natúrligur partur av tilveruni, sum ungur, at hava ringa sálarheilsu og tað hevur heldur einki við luksus at gera, at hava góða sálarheilsu. Har liggja veruligir og samfelagsligir trupulleikar handan sálarheilsustøðuna hjá ungum, og teir mugu takast í álvara!

Heili 58% av ungum kenna seg tyngdan av síni fíggjarstøðu. Hetta snýr seg ikki um nakra iPhone, men sum kanningin eisini vísur, so snýr hetta seg um heilt basal ting, so sum; at rinda rokningar, sum 33% av ungum hava tað torført við. Orsøkin er, og tað átti ikki at komið óvart á nakran, at ung eru millum tey fátækastu í Føroyum. Av fólkum í fátækraváða, eru tað pensjónistar og ung, sum eru størsti bólkurin.

Bústaðarneyðin, húsa- og leiguprísirnir gera ikki støðuna betur – tvørturímóti, og 29% av ungum føla seg eisini tyngd av síni bústaðarstøðu. Fyri 20 árum síðani lá miðalhúsaprísurin fyri alt landið á uml. 800.000kr. nú er hann komin uppá 1.850.000kr. – ein hækking á yvir 1 mió. kr! Í Havnini eru húsaprísirnir hækkaðir við 2 mió kr. hetta tíðarskeið!

Lønarvøksturin hevur ikki nær námind fylgt við. Tí skal ein ungur í dag av við nógv størri part av síni inntøku, fyri at útvega sær ein bústað enn fyrr. Tað ber snøgt sagt verri til hjá ungum, at fáa sær tak yvir høvdið í dag.

Samstundis hækka krøvini til útbúgvingarnar við fullari ferð, helvtin av lesandi í Føroyum kenna seg strongd og 20% hava verið darvað av tunglyndi. Fyrr var ein miðnámsútbúgving nokk, og í fleiri førum meira enn nokk, men støðan er tíverri broytt í dag og krøvini hækkaði.

Men har er eisini nógv broytt bara seinastu fáu árini. Fyri 2 árum síðani var ein søga á DR um eina 19 ára gamla gentu, sum hevði 9,7 í miðalkarakter. Við einum so flottum miðaltali, skuldi mann trúð, at heimurin stóð víðopin fyri henni – men so var ikki. Sokallaðu adgangskvotientarnir í Danmark og aðrastaðni eru í fleiri førum hækkaðir meira enn 10% – og onkrir heili 20% – seinastu 10 árini, so karakterirnir tykjast at røkka styttri og styttri.

Hetta eru bert nøkur dømi um trupulleikar. Øll eru vit ymisk, og líka ymsar kunnu orsakirnar vera. Men eg haldi, at tá mann sigur, at hetta bara er ein púra natúrligur partur av uppvøkstrinum og at vera ungur, fær tað at ljóða sum um, at onki kann gerast við trupulleikan. “Soleiðis er tað bara, og soleiðis fer tað nokk altíð at vera” kunnu summi hugsa. 

Men hetta er langt frá veruleikanum, tí átøk kunnu gerast og støður kunnu betrast.

Ein áheitan til tykkum eldri: Takið trupulleikan í álvara. Eg veit, at tað at vera ungur er ikki lætt og tað hevur tað ongantíð verið. Men fyri tað kunnu vit ikki halda, at støðan sum ungur fyrr, er líka sum støðan sum ungur í dag. Samfelagið broytist allatíð, og ikki altíð til tað betra – og har eru ymisk ting, sum vit ungu stríðast við í dag, sum ikki vóru til í líka stóran mun fyrr og umvent. Og eg havi ikki eingongd nortið árinini av sosialum miðlum…

Rókur Herup Olsen


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi