Jólafyrireikingarnar í gongd á Tvøroyri
Herfyri vóru næmingarnir í 8. flokki á gátt hjá kommununi. Siðvenja er, at 8. flokkur hjálpir til, tá tey ymisku jólatiltøkini hjá kommununi skulu fyrireikast. Í fyrradagin syrgdu tey ungu fyri, at pakkarnir, ið jólamenninir deila út, eru klárir.
Longu komandi vikuskiftið byrjar jólaskráin á Tvøroyri. Fríggjadagin 27. november hava handlarnir opið frá kl. 09:00 á morgni og til kl. 22:00 á kvøldið – tað er sokallaður “Black Friday” og nógv er gjørt burturúr. Handlarnir eru á tremur við góðum tilboðum og vakurt er pyntað í handilshølunum.
Kl. 17:00 verður jólatræið í Trongisvági tendrað og kl. 18:00 jólatræið í Froðba. Til bæði tiltøk vitjar Tvøroyrar Hornorkestur og til ber at fáa kaffi og gløgg frá Glasstovuni. Í Trongisvági heldur Viberg Sørensen røðu, meðan Jens Arni Hammerfoss tekur sær av røðuni í Froðba.
Sunnudagin 29. november kl. 14:00 verða dyrnar lætnar upp á Seglloftinum, fyri árliga, sera væl umtókta jólamarknaðinum. Heilt fram til kl. 21:00 ber til at keypa alskyns heimavirkaðar vørur, so sum klædnapløgg, jólapynt, góðgæti og mangt annað forkunnugt.
Kl. 17:00 verður stóra jólatræið í miðbýnum tendrað. Jónsvein Bech, prestur, heldur røðu og Tvøroyrar Hornorkestur spælir nøkur løg. Jólamenninir vitja, saman við sløkkiliðnum og børnini fáa pakkar. Bollar og kakao verður eisini at fáa.
GG! Nú árið 2020 gjørdist heilt serligt vegna korona-smittuvandanum, verða vit noydd til at taka nøkur atlit, í samsvar við almennu tilmælini. Mælt verðut til, at fólk halda frástøðu og ikki syngja við, tá hornorkestrið spælir.
Tá pakkarnir verða deildir út, fyrigongur hetta á parkeringsøkinum við Bónus, har børnini verða deild upp í aldursbólkar.
Á viðfesta korti sæst hvar alt fyrigongur og hvar ynskiligt er, at fólk seta bilin frá sær. Vegurin við økið, har jólahaldið fyrigongur, verður stongdur frá kl. 16:30 til uml. kl. 18:30.
Hjartaliga vælkomin øll somul.
Tvøroyrar kommuna
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið mikukvøldið 10. mars kl. 19.00

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Bankaræning skal steðgast

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Hátíðarhald á Lambareiði

Í dag kl. 14 sendir Radio.fo LIVE úr Sandavági

Niðursetumenn á Morskranesi

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











