Kærleikskúlan 2020 verður avdúkað í Listasavn Føroya
Tað eru nú tólv ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2020 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvør menniskja á jørð.
Kærleikskúlan 2020 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 27. november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.
Skrá 27. november 2020 kl. 10.00 í Listasavn Føroya
Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin.Bárur á Steig Nielsen, løgmaður, flytur fram røðu.
Kærleikskúlan 2020 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.
Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2020 til eina virðiliga fyrimynd.
Tónleikabrot
Ábit og drekkamuður verða at fáa.
Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2020 í Listasavninum.
Løtan verður skipað við serligum atliti til koronutilmælir.
Ábit og drekkamuður verða at fáa.
Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2020 henda dagin í Listasavninum.
Vit skipa løtuna við serligum atliti til Korona tilmælir.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Norrøna fær eitt facelift

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Pison komin á Klaksvík.

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Hvat kostar rein samvitska?

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Møtið í dag, 10. januar kl. 12.00, verður netvarpað
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











