Christian hevur roynst okkum væl
-Tað er við blandaðum kenslum, vit nú rigga skipið av. Hetta hevur verið eitt gott arbeiðspláss; nógvir hava fingið løn sína her umborð, og eingin álvarsamur skaði hevur verið hesi árini, so tað er nógv at vera fegin um og vera takksamur fyri,- Tað sigur Páll Rasmussen, skipari, á Christiani í Grótinum.
-Christian hevur roynst okkum væl. Hann hevur riggað væl, og fiskiskapurin hevur verið í lagi hesi átta árini, vit hava havt hann. Fólkið er stórt sæð tað sama, so teir hava trivist her umborð. Eg fari at ynskja Royal Greenland góða eydnu við skipinum, sum teir nokk yvirtaka 1. desember.
-Sum eg skilji, so leitar reiðaríið eftir skipi, sum teir ætla at leiga, til at fiska kvoturnar hjá Christiani í komandi ári.
Nýbygningurin, sum skal koma fyri hendan Christian, er farin í gerð, og gongst eftir ætlan, so verður hann liðugur í januar 2022. Hann verður væl størri enn hesin og hevur eina last á 3400 rúmmetrar,- sigur Páll Rasmussen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í vikuni, tá menn vóru í holt við at rigga skipið av.
Tíð var til prát, Guds orð, bøn og tøkk.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir Royal Greenland til lukku og Guds signing við skipinum, sum óivað kemur í flotan fyri Tasiilaq, sum var seldur fyrr í ár og fyri Tuneq, sum er til sølu.
Tað skrivar Føroyska sjómansmissiónin á facebook-vanga sinum. Mynd TJ-myndir.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











