Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

KÍ favorittur í føroyskum fótbóltsklassikara

Innanlands, Ítrottur | 21/05-2017 11:12
Jóannes Bjartalíð vil framvið NSÍ og Árna Frederiksberg | Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Í gjár legði NSÍ seg á fremsta plássið í Effodeildini við 3-0 sigri á ÍF við Løkin. Í dag skulu hini oddaliðini royna at smoyggja seg framum runavíkingarnar aftur.

Í Klaksvík tekur KÍ, sum nú er á 2. plássi, ímóti HB í einum av klassisku føroysku fótbóltsuppgerðunum. Tað hevur gingið væl hjá heimaliðnum í seinastuni. KÍ hevur framvegis ikki tapt í Effodeildini, og tríggir teir seinastu dystirnir eru endaðir við sigri.

Heldur trekari hevur verið hjá HB, sum undan dystinum liggur á 5. plássi, seks stig aftanfyri KÍ. Seinast tapti HB móti EB/Streymi, og um menninir hjá Sigfríði Clementsen tapa aftur í dag, eru teir í vanda fyri at missa sambandið við oddin fyribils.

Nummar trý og fýra, Víkingur og TB/FCS/Royn, skulu í hvør sínum lag royna at rætta kósina. Føroyameistararnir hava spælt javnt fýra ferðir á rað, og hava stóran tørv á trimum stigum fyri at hanga í KÍ og NSÍ, sum vísa meistaraform í løtuni.

TB/FCS/Royn er eisini í einum aldudali í løtuni. Tað er ikki tí, at avrikini hava verið vánalig, men suðuroyingarnir hava kortini tapt tríggjar dystir á rað móti ávíkavist NSÍ, HB og KÍ, og uppgávan í Sarpugerði í dag verður neyvan lættari.

B36 tekur ímóti 07 Vestur í Gundadali, har einki annað enn trý stig er nøktandi. Árstalsfelagið hevur spælt heili seks javnleikir higartil og eru tí niðri á 6. plássi við bert níggju stigum. Stóri profilurin, Lukasz Cieslewicz, er farin at venja aftur, og tað eru Philip Lund og Alex Mellemgaard eisini. Kortini er ivasamt, hvussu stóran leiklut teir fáa í dag.

07 Vestur hevur eisini fleiri lyklaspælarar, ið eru ivasamir, og Trygvi Mortensen sigur við in.fo, at hann tekur ongar kjansir við teimum, tí teir skulu vera klárir til lyklauppgerðir móti øðrum liðum í niðara endanum.

Síðsti dysturin hetta umfarið er millum Skála og EB/Streym, sum liggja nummar átta og níggju undan umfarinum. Skála hevur ongan dyst vunnið enn, og fer ivaleyst at leggja nógv fyri at vinna móti kappingarneytunum úr Sundalagnum.

EB/Streymur tók HB á bóli í síðsta umfari, og kemur til Skála við sjálvsáliti. Liðini bæði lata fá mál fara inn, og hagtølini benda á, at talan verður um ein javnan og málfátækan dyst.

Allir dystirnir í dag byrja klokkan 15.00.

9. umfar í Effodeildini:
KÍ-HB
Víkingur-TB/FCS/Royn
B36-07 Vestur
Skála-EB/Streymur


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi