Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Runavíkar kommuna: Býráðið hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift

Innanlands, Politikkur, Tíðindaskriv | 27/11-2020 10:01
Mynd: r7.fo

Skattingin í Runavíkar kommunu lækkar frá árskiftinum við fjórðingsprosentið - úr 21¾ % niður í 21½ %. Spjaldrið, ætlað ungdóminum úr 6 til 18 ára aldur, hækkar úr 2.000 upp í 2.500 krónur. Ansingini viðvíkjandi fer kostnaðurin fyri annað barnið nú niður í helvt, tvs., at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Barnafrádrátturin verður hin sami sum frammanundan – 8.000 krónur.

Fíggjarætlanin fyri 2021 javnvigar við 236 milliónum krónum.

Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 6,8 mió. kr., ongi nýggj lán verða upptikin í 2021 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 3,9 %´um, sum í mestan mun er avleiðing av stórum fólkavøkstri og lønarhækkingum.

Í løtuni svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til 35% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 40% av einari álíkning um ársskiftið 2020/2021.

Allan leygardagin hin 31. oktober sat býráðið á fyrireikandi arbeiðsfundi til tað, at fáa smíðaða eina fíggjarætlan fyri næsta árið. Á fundinum samdust tey 10 umboðini fyri Lista A og Lista B um uppskotið, sum varð lagt fram á almenna býráðsfundinum hin 5. november 2020. Uppskotið til FÆ2021 fekk sína aðru og endaligu viðgerð á býráðsfundinum hóskvøldið – í gjárkvøldið - hin 26. november 2020. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið, og tikið bleiv undir við uppskotinum til FÆ2021 uttan broytingar. Á býráðsfundinum í gjárkvøldið atkvøddu allir býráðslimirnir fyri fíggjarætlanini fyri árið 2021. 

Samsvarandi FÆ2021 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 56,5 mió. kr. í árinum sum kemur. Bara fyri at nevna nakrar: Keyp av gróti, umbyggingar á Røktar- & Ellisheiminum í Runavík, neyvætling og gerð av bryggjum í Saltangará og á Glyvrum, spillivatn, vatnverk í Oyndarfirði og Funningsfirði, vetrarfriðing í Elduvík, Dansitovan og nátthús í Funningi, Gula smiðja, gøta og stuðul til bygdarhús í Skálafirði, spælipláss á Skála, asfalt á havnarlagnum í Oyndarfirði, seinasta sneiðingin av fyrireikingini til ætlaðu svimjihøllina í Runavík, soleiðis, at hon kann bjóðast út á vári 2021 o.s.fr. 

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2021 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini.


Fíggjarkarmurin:


Inntøkur:

Skattur:   198.000.000 kr.
Eftirlønarskattur:   38.000.000 kr.
___________________

Total:   236.000.000 kr.
=================


Rakstur:

Vanligur rakstur:   167.700.000 kr.
Íløgur:   56.500.000 kr.
Rentustuðul:   2.500.000 kr.
Rentur av lánum:   2.500.000 kr.
Avlop:   6.800.000 kr.
___________________

Total:   236.000.000 kr.
=================

Raksturin skipaður á økjum:

Kommunal fyrisiting:   15.730.000 kr.
Almannamál:   63.022.000 kr.
Børn og ung:   37.368.000 kr.
Undirvísing:   15.177.000 kr.
Mentamál:   12.573.000 kr.
Teknisk mál:   17.705.000 kr.
Kommunal virki:   6.125.000 kr.
___________________

Total:   167.700.000 kr.
=================


Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 9,7 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2021.


Íløgurnar skrivaðar á økir:

Grótkeyp Runavík/Skála:   8.000.000 kr. 
Ábøtur og umvælingar:   5.900.000 kr.
Roðin, íløga:   6.800.000 kr.
Skála søga:   100.000 kr. 
Heislumiðstøð í Runavík:   150.000 kr. 
Kunningartøkni í skúlanum:   400.000 kr. 
Ætlan fyri skúlabygging:   200.000 kr. 
Kykmyndaætlan:   250.000 kr. 
Fornminni:   200.000 kr. 
Dansistova í Funningi :   200.000 kr. 
Kommunal nátthús:   300.000 kr. 
Gula smiðja:   3.500.000 kr. 
Spælipláss:   400.000 kr. 
Vetrarfriðing, Funningsfjørður/Elduvík:   650.000 kr. 
Miðbýarætlan:   2.500.000 kr. 
Útstykkingar:   800.000 kr. 
Kirkjugarðar:   2.000.000 kr. 
Vatnverk Oyndarfj./Funningsfj./Elduvík:  2.000.000 kr. 
Spillivatn:   3.450.000 kr. 
Vegir og øki:   1.800.000 kr.
Gøta við Toftavatn:   150.000 kr. 
Gøta í Skálafirði:   300.000 kr. 
Akfør og maskinamboð:   600.000 kr. 
Asfaltera Oyndarfjarðar havn:   300.000 kr. 
Glyvra strond:   250.000 kr. 
Svimjihøll:   1.300.000 kr. 
Rampa:   2.500.000 kr. 
Bygdahús í Skálafirði:   600.000 kr. 
Heildarætlan Leitisvegur:   150.000 kr.
Ferðsluætlan, Fjøruvegur:   1.500.000 kr. 
Víðkan av Bakkabrúnni á Glyvrum:   7.000.000 kr. 
Spælipláss við Skála skúla:   500.000 kr. 
Vinnustykki Rituvík /Skálafj.,/Søldarfj.:   1.000.000 kr. 
Skálafjarðar Sløkkilið:   300.000 kr. 
Ljós á parkeringsplássi (Brotið):   100.000 kr. 
Máltalvur á leikvøllum:   250.000 kr. 
Fjósið í Heimistovu:   100.000 kr.
__________________

Total:   56.500.000 kr.     
================       


Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi