Heim til børn og ung við autismu boðið út í almennari lisitatión
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur , landsstýriskvinna í almannamálum, nú arbeiðið at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu verður boðið út í almennari lisitatión fyrsta dagin.
Ætlanin er, at farast skal undir byggingina til várs, og at heimið verður klárt at flyta inn í seinast í 2022.
Verkætlanin varð boðin út í fjør, men av tí at tilboðini vóru nógv hægri enn kostnaðarmetingin, gjørdi landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, av at havna lisitatiónina.
Bygginevndin fekk til uppgávu at finna sparingar uttan at gera ov stórt inntriv í funktiónir og virksemi í heiminum, og ráðgevin hevur umprosjekterað verkætlanina verkætlanina av nýggjum sambært sáttmálanum.
Nýggja høvuðsprosjektið verður nú boðið út. Bygningurin er færri fermetrar enn í upprunaligu verkætlanini, hann er einfaldari og er nú í einari hædd.
Verkætlanin verður boðin alment út í sjey fakarbeiðstøkum.
Alt hetta verður gjørt, fyri at fáa kostnaðin at halda.
Fyrstu fyrireikingarnar byrjaðu í 2016. Í 2018 varð verklagslógin samtykt og farið var undir prosjekteringina í september sama ár. Høvuðsprosjektið varð handað í desember 2019. Seinasta árið er farið við at finna sparingar og gera nýtt høvuðsprosjekt.
Nú vóni og vænti eg, at nógvar fyritøkur fara at halda seg framat, og bjóða uppá arbeiðið, og at prísurin fer at halda, soleiðis at vit kunnu koma í gongd við byggingina. Tørvurin á hesum bú- og umlættingartilboði er ovurhondsstórur, so nú vóni eg ikki at fleiri seinkingar verða, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin fer fram á heimasíðuni hjá Landsverki 1. desember 2020.
Heimið til børn og ung við autismu, er býtt upp í fýra eindir:
Búeind við seks íbúðum, umframt felagskøk og uppihaldsrúm o.a.
Umlættingareind við seks kømrum, sum hava egnan dur og vesi, umframt felagskøk og uppihaldsrúm o.a.
Starvsfólkaeind við leiðsluskrivstovu og felags hentleikum til starvsfólkini
Virkniseind, sum er eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung. Í virkniseindini er m.a. køkur og uppihaldsrúm, umframt venjingarrúm, sansarúm, verkstaður, rúm til vatnavirksemi, ítrivsrúm og eitt uttandura spælipláss, sum alt eru felags hentleikar hjá heiminum.
Bruttovíddin á bygninginum er 948 m2 og samlaða grundøki er 7.600 m2.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











