Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

KÍ vann brakið í Klaksvík

Innanlands, Ítrottur | 21/05-2017 18:34

Dion Splidt skoraði einsamalla málið í klassikaranum millum KÍ og HB við Djúpumýru og vann klaksvíkingum oddasessin aftur, meðan HB nú er níggju stig frá oddinum.

Avgerðandi málið kom beint fyri steðgin, tá Dion Splidt, sum kom til KÍ undan hesum kappingarárinum, skoraði eftir hornasparkskombinatión.

HB royndi at svara aftur í seinna hálvleiki, men tað var ikki fyrrenn síðsta korterið, at teir fingu skapt sær nakrar kjansir. Tað eydnaðist kortini ikki at javna, og tískil er KÍ aftur fremst í Effodeildini, eftir at NSÍ hevði sessin til láns í eitt døgn.

Víkingur hevði trupult við at spæla seg til kjansirnar í fyrra hálvleiki móti stinna felagsliðnum úr Suðuroy, men beint áðrenn hálvleik skoraði Fróði Benjaminsen. Hetta lyfti heimaliðið, og tvingaði TB/FCS/Royn longur fram á vøllin í seinna hálvleiki.

Víkingur fekk eitt sindur meir pláss at spæla á, og teir gjørdu sær dælt av hesum. Andreas Lava Olsen økti stutt eftir steðgin, og Erling Jacobsen staðfesti sigurin, tá hann skoraði til 3-0 fýra minuttir fyri leiklok.

Á Skála var fagnaðurin ovurstórur, eftir at Andras Frederiksberg við máli til 3-2 seint í dystinum, hevði tryggjað heimaliðnum fyrsta sigurin í ár.

Rógvi Egilstoft Nielsen legði annars EB/Streym á odda eftir eitt lítið korter, men Michal Przybylski vendi dystinum við tveimum málum, har serliga útjavnandi langskotsmálið var ein sonn perla.

EB/Streymur gavst kortini ikki á hondum, og javnaði fimm minuttir fyri leiklok við beinleiðis frísparki frá Leif Niclasen. Skála fekk tó síðsta orðið, og tryggjaði sær trý kærkomin stig.

B36 vann sær eisini trý týdningarmikil stig á heimavølli móti 07 Vestur. Talan var um ein tryggan 4-0 sigur. Róaldur Jakobsen skoraði tvey mál fyri árstalsfelagið, og Pætur Petersen og Patrik Johannesen eisini komu á málskjúttalistan.

Úrslitini hava við sær, at KÍ er á odda við 19 stigum, meðan Víkingur er nummar tvey við 17 stigum. NSÍ er á triðja plássi við 16 stigum.

KÍ-HB 1-0 (1-0)
1-0: Dion Splidt 45.

Víkingur-Suðringar 3-0 (1-0)
1-0: Fróði Benjaminsen 42.
2-0: Andreas Lava Olsen 53.
3-0: Erling Jacobsen 86.

Skála-EB/Streymur 3-2 (1-1)
0-1: Rógvi Egilstoft Nielsen 14.
1-1: Michal Przybylski 32.
2-1: Michal Przybylski 63.
2-2: Leif Niclasen 85.
3-2: Andras Frederiksberg 88.

B36-07 Vestur 4-0 (1-0)
1-0: Róaldur Jakobsen br. 29.
2-0: Pætur Petersen 54.
3-0: Róaldur Jakobsen 70.
4-0: Patrik Johannesen 85.

Í gjár:

NSÍ-ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Jann Benjaminsen 44.
2-0: Jann Benjaminsen 64.
3-0: Klæmint A. Olsen 74.


Lagt út: Símun Christian Olsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi